Maria Hansen

Føroyskur politikari

Maria Louisa Fríðgerð Hansen, betri kend sum Maria Hansen, (fødd 10. november 1939 í Kvívík) er ein fyrrverandi føroyskur politikari (Sambandsflokkurin) og sjúkrarøktarfrøðingur. Hon varð útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1963. Hon var kommustýrislimur í Vestmanna kommunu, vald á Kvinnulistanum og borgarstjóri frá 1989 til 1997. Hon umboðaði Sambandsflokkin á Føroya Løgtingi frá 1994 til 1998, vald inn í Norðurstreymoyar valdømi. Alt tíðarskeiðið var hon limur í Løgtingsins sendinevnd til Norðurlandaráðið, og limur í Almanna- og heilsunevndini (frá 1995 Trivnaðarnevndin). Maria var stýrislimur í SEV 1993 til 1996.[1]

Maria Hansen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 10. nov 1939
Starv politikari, sjúkrarøktarfrøðingur
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Dátuheiti

Løgtingsnevndir rætta

  • 1995–1998 limur í Trivnaðarnevndini
  • 1994–1995 limur í Almanna- og heilsunevndini

Familja rætta

Maria er dóttir Karolinu, fødd Egholm, úr Hvalvík og Herluf Davidsen úr Kvívík. Gift við Jákup O. Hansen úr Vestmanna.

Keldur rætta

  1. "Logting.fo, Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 283 (PDF)". http://www.logting.fo/Ymiskt/L%C3%B8gtingss%C3%B8gan%202.pdf. Heintað 2014-06-29.