Maglia rosso passione
Maglia rosso passione ella stigtroyggjan í Giro d'Italia er reyð. Tann ið fær flest stig á teinunum sleppur at vera í reyðu troyggjuni. Reyða troyggjan varð tikin í nýtslu í 1967, men í 1970 varð hon skift út við eina lilla troyggju, ið varð í nýtslu til 2009. Lilla troyggjan nevndist Maglia ciclamino (Navnið kemur frá litinum á alpublómuni cyclamen). Í 2009 varð tann reyða troyggjan aftur tikin í nýtslu.
Francesco Moser og Giuseppe Saronni hava vunnið troyggjuna fýra ferðir, meðan Mario Cipollini, Roger De Vlaeminck og Johan Van der Velde hava vunnið hana tríggjar ferðir hvør.
Reyða troyggjan í Giro d'Italia svarar til grønu troyggjuna í Tour de France og tað bláu troyggjuna í Vuelta a España.
Vinnarar
rættaVinnarin vann høvuðsklassifikatiónina sama árið | |
* | Vinnarin vann King of the Mountains klassifikatiónina sama árið |
Vinnarin vann høvðus- og fjallaklassifikatiónina sama árið |
- Teigurin "Ár" vísir til árið, tá ið kappingin varð hildin, og gevur leinkju til greinina um tað sesongina.
- Teigurin "Teinar" vísir til tal av teinum í kappingini, og telur hálvir teinar sum tveir og prologar sum ein.
- Teigurin "Teinasigrar" vísir til talið av vunnum teinum hjá vinnaranum gjøgnum kappingina.
- Teigurin "Munur" vísir til tíðarmunin ella munin í stigum ið vinnari hevði betri enn nummar tvey.
Fleirfaldir vinnarar
rættaPr. 2016 hava 9 súkklarar vunnið Stigkappingina í Giro d'Italia meira enn einaferð.
Súkklari | Tilsamans | Ár |
---|---|---|
Francesco Moser (ITA) | 4 | 1976, 1977, 1978, 1982 |
Giuseppe Saronni (ITA) | 4 | 1979, 1980, 1981, 1983 |
Mario Cipollini (ITA) | 3 | 1992, 1997, 2002 |
Roger De Vlaeminck (BEL) | 3 | 1972, 1974, 1975 |
Johan van der Velde (NED) | 3 | 1985, 1987, 1988 |
Paolo Bettini (ITA) | 2 | 2005, 2006 |
Franco Bitossi (ITA) | 2 | 1969, 1970 |
Eddy Merckx (BEL) | 2 | 1968, 1973 |
Giacomo Nizzolo (ITA) | 2 | 2015, 2016 |
Eftir tjóðskapi
rættaSúkklarar úr tíggju ymiskum londum hava vunnið Stig klassifikatiónina í Giro d'Italia.
Land | Tal av vinnandi súkklarum | Tal av sigrum |
---|---|---|
Italia | 23 | 33 |
Belgia | 2 | 5 |
Niðurlond | 1 | 3 |
Frakland | 2 | 2 |
Russland | 2 | 2 |
Sveis | 2 | 2 |
Avstralia | 1 | 1 |
Kolumbia | 1 | 1 |
Spania | 1 | 1 |
Stóra Bretland | 1 | 1 |
Usbekistan | 1 | 1 |
Viðmerkingar
rætta- Tann upprunaligi vinnarin var Alessandro Petacchi, men úrlit hansara frá Giro 2007 vórðu tikin frá honum, eftir at ein dopingroynd ið varð tikin av honum vísti seg at vera positiv fyri ov høgt virði av salbutamol.
- Fekk heiðurin eftir at upprunaligi vinnarin Danilo Di Luca varð diskvalifiseraður vegna doping
- Fekk heiðurin eftir at upprunaligi vinnarin Alberto Contador varð diskvalifiseraður
Keldur
rætta- ↑ "www.cyclingnews.com presents the 91st Giro d'Italia". Autobus.cyclingnews.com. 2008-06-01. http://autobus.cyclingnews.com/road/2008/giro08/?id=history. Heintað 2012-07-19.