Flagg Skjaldarmerki
Grunddáta
Land: Italia Italia
Landslutur: Lombardia
Vídd: 41,43 km2
Íbúgvar (2013): 43.465
Íbúgvar fyri km²:
Borgarstjóri: Sara Casanova
Heimasíða: www.comune.lodi.it/

Lodi (lombardeisiskt mál: Lòd)[1] er ein býur og kommuna í Lombardia, í Norður-Italiu, sum liggur 35 kilometrar í ein landsynning av Milano. Tann 31. desember 2013 búðu 43.465 fólk har.[2]

Størsti parturin av Lodi liggur við vestara áarbakka av Adda ánni.

Vørur frá Lodi

rætta

Ein av best dámdu vørunum frá Lodi er Granone Lodigiano, ið er ein ostur, ið minnir um Parmesan ostin. Granone Lodigiano verður skorin sum tunt pappír, tá ið hann verður serveraður og nevnist tá Raspadüra.

Ein onnur vetrarvøra frá Lodi er Filsòn, ið er valnøtir ið eru turkaðar og royktar og hanga saman í longum røðum. Tær verða seldar í vetrarferiuni, á San Bassiano degnum hvørt ár hin 19. januar.

Ein onnur vøra frá Lodi er ein turr valnøtukøka, ið nevnist Tortionata.

Myndir

rætta

Vinarbýir

rætta

Keldur

rætta
  1. Age Bassi, Storia di Lodi s. 30-31.
  2. "Istituto nazionale di statistica". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-10-30. https://web.archive.org/web/20141030153001/http://demo.istat.it/pop2014/index.html. Heintað 2015-01-17. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið