Firvaldur
Firvaldur er eitt skordýr, ið livir í øllum heimspørtunum (uttan um Antarktis). Tað eru yvir 170 000 sløg av firvaldum í heiminum. Firvaldarnir eru skjótir og kvikir á flog - Lættir at síggja, men ringir at fanga. Firvaldar hava fýra stórar veingir, antennur og ein langan sevil, sum oftast er samanrullaður undir høvdið. Veingirnir eru lagdir við flusi - ikki hári sum hjá fleiri øðrum skordýrum. Tað er í hesum lagið at mynstrini í veingjunum vera teknaði.
Firvaldur | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||||
|
Flogið á firvaldinum, Alexandru Drotning (Ornithoptera alexandrae), er 25 cm; hann er størsti firvaldur í heiminum.
ĺ Føroyum
rættaYvir 100 sløg av firvaldum eru skrásett í Føroyum. Hvørt ár verða fleiri nýggj sløg funnin. Nýggju sløgini, sum verða funnin, eru tílík sum koma til landið í hesum døgum umframt tey sum hoyra heima her. Si eisini "Nøvn til firvaldar (Lepidoptera) í Føroyum".
Lívsstig
rættaFirvaldur hava fýra lívsstig:
- Egg
- Ormvera
- Reivvera
- Firvaldur
Føði
rættaFirvaldur eru plantuátari og etur hunang.
Vert at vita
rætta- Postmannafirvaldur (Heliconius erato) er eitt av teimum 2000 firvaldasløgunum, sum sædd eru í regnskógurin Amasonas í Brasil.