Skordýr
Skordýr eru dýr og hoyra undir liðadýr. Skordýr er tann størsti djórahópur sum er til. Hesin hópur av lítlum verum, fyllur heili 80 % av øllum livandi skepnum á jørðini. Umleið 1 millión sløg av skordýrum eru blivin skrásett, og støðugt fleiri vera funnin, bæði í teimum heitu londunum og í okkara Norðurlondum. Hildið er, at millum 2-30 milliónir av skordýrum eru ikki blivin skrásett enn. Skordýr verða skift sundur í 30 høvuðsbólkar. Klukkurnar eru størsti bólkurin. Sambært skordýraserfrøðingum (entomologum) eru sløgini fleiri enn 300.000. Flestu skordýr hava veingir onkuntíð í lívskringinum. Summi eru tó veingjaleys, t.d. frumskordýrini - diplúrur, fjørutrøll og silvurfiskur. Loppur eru eisini veingjaleysar. Tær hava mist veingirnar, sum tær eru mentar. Skordýr eru liðdjór, á latíni Arthropoda.
Skordýr | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||||
|
Tað eru nøkur felags eyðkenni fyri skordýr.
- Skordýr hava beinagrind uttaná.
- Hjá vaksnum skordýrum er kroppurin býttur í trýggjar partar: høvd, framkroppur og afturkroppur.
- Tað vaksna skordýrið hevur 6 bein.