Lejeune yvirlýsingin

Lejeune yvirlýsingin ella Yvirlýsingin hjá tænarum lívsins er heitið av einari yvirlýsing frá 1994, ið er orðað av franska barnalæknanum og ættarbregðisgranskaranum Jerome Lejeune.[1] Yvirlýsingin er grundarlagið undir Pro Vita rørsluni.

- Tá ið barnið er gitið í móðurlívi, er tað ein livandi skapningur.

- Tað hevur eginleikar, sum ger tað ólíkt øllum øðrum menniskjum, eisini mammuni, sum verjir tað og gevur tí føði. Tí kann einki setast í staðin fyri tað.

- Heilt frá gitnaðinum og til ellisár er tað hin sama menniskjan, sum veksur, búnast og at enda doyr.

- Læknafrøðin skal tæna og verja ta livandi menniskjuna frá tí hon er gitin í móðurlívi, til hon doyr ein natúrligan deyða.

- Øll menniskju hava krav um óskerda virðing uttan mun til aldur, sjúku ella aðrar veikleikar.

- Tá ið læknin rakar við neyð, er tað skylda og ábyrgd hansara at veita alla ta hjálp til mammu og barn, ið gjørlig er.

- At taka lív fyri at loysa samfelagslig, fíggjarlig, siðmenningarlig og arvaligmál er tí ímóti virki læknans.

Hygg eisini at

rætta

Ávísingar úteftir

rætta

Keldur

rætta