Kyndilsmessubygd
Hugtakið kyndilsmessubygd merkir, at tað er ein bygd, har vanligt var fyrr at fara at vitja og at dansa á kyndilsmessu, 2. februar. Tá komu fólk úr grannabygdunum á vitjan. Aðrar høgtíðir var so farið til aðrar bygdir at dansa, og soleiðis vóru summar bygdir td. jólabygdir, nýggjársbygdir, trettandabygdir ella kyndilsmessubygdir.
M.a. Haraldssund, Eiði og Gøta vóru kyndilsmessubygdir. Á Eiði verður hetta framvegis hildið við at Dansifelagið á Látrinum fær vitjan av øðrum dansifeløgum á kyndilsmessu.
Nakrar kyndilsmessubygdir:
- Haraldsund
- Múla
- Eiði
- Gøta (?)
- Saksun