Kyushu
(Ávíst frá Kyūshū)
Land: | Japan |
Størsti býur: | Fukuoka |
Hægsta fjall: | Kyushufjøll (1,788 m) |
Vídd: | 36,751,67 km² |
Fólkatal (2011): | 13,189,193 |
Íbúgvatættleiki: | 359/km2 |
Kyushu (japanskt: 九州 ella Kyūshū) er syðsta av teimum fýra høvuðsoyggjunum í Japan. Oyggin er fjallalendi, og á gosfjallinum Aso er eitt av størstu gosopum í heiminum. Tað býr ikki so nógv fólk á nakrari aðrari oyggj í Japan enn á Kyushu. Samband er við Honsku ígjøgnum undirsjóvartunnil undir Shimonosekisundi. Í tí subtropiska veðurlagnum á Kyushu vaksa nógvar litfagrar plantur.