Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag
Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag (Klh) var stovnað 6. apríl 1959 og hevur heimstað í Tórshavn. Formaður er Uni Næs, prestur úr Fuglafirði.
Endamál
rætta- At virka fyri kristiligum sendingum í útvarpi og sjónvarpi, sum t.d. gudstænastum, kristiligum fundum, andaktum, kristiligum sangi og tónleiki, tíðindum frá kristiligum arbeiði o.t.l.
- At styðja útvarp og sjónvarp í góðum og sømiligum sendingum.
- At mótarbeiða, at útvarp og sjónvarp verða nýtt til ósømiligar sendingar og annað, sum ikki er kristnum siði og kristnari trúgv verdugt.
Limaskapur
rættaFelagið skrivar (seinast í mars 2011) at tey hava gott 1.200 limir. Aldursmark fyri limir er 14 ár.
Slóð
rætta- Heimasíða felagsins Archived 2013-06-06 at the Wayback Machine