Kristianna Winther Poulsen

Føroyskur politikari

Kristianna Winther Poulsen (fødd í 1969) er ein føroyskur politikari (Sjálvstýrisflokkurin frá 2011 - 7. mars 2015, Javnaðarflokkurin síðan 9. mars 2015).[1]

Lívsleið rætta

Útbúgvingar og størv rætta

Hon er útbúgvin cand.mag. frá Roskilde Universitetscenter, Danmark í 1999 og Master of Science í leiðslu og fyrisiting (Management and administration) frá Robert Gordon University í Skotlandi í 2006.[2] Hon hevur lisið í Danmark, Fraklandi og Onglandi, og hevur síðan búð í heimbýnum Tórshavn.[2] Í 1992-93 tók hon harumframt grundskeið í arabiskum á Keypmannahavnar Universiteti.[3] Síðan 2005 hevur hon starvast freelance, fulltrúi í Almanna og heilsumálaráðnum, fulltrúi í Granskingarráðnum, deildarleiðari og verkætlanarleiðari hjá ALS[4] og undirvísari á Studentaskúlanum og HF-skeiði í Hoydølum í fronskum.[5] Hon var forkvinna í Javnstøðunevndini 2008–2012.[4][6]

Politisk lívsleið rætta

Kristianna fekk flestar persónligar atkvøður í Havn á Sjálvstýrislistanum í á løgtingsvalinum í 2011.[7] Hon gjørdist 2. varafólk til Føroya Løgting, og møtti fast fyri Kára P. Højgaard, sum var landsstýrismaður, eftir at Jógvan Skorheim gjørdist borgarstjóri í Klaksvík hin 1. januar 2013.[8][9] Kristianna var limur í Løgtingsins vinnunevnd, meðan hon sat í løgtinginum. Jógvan Skorheim tók sæti aftur eitt skifti, og í september 2013 varð Kári P. Højgaard koyrdur sum innlendismálaráðharri og tók sæti aftur í løgtinginum.

Keldur rætta

  1. kvf.fo - Kristianna farin í Javnaðarflokkin, skrevet af Beinta Løwe den 9. marts 2015.
  2. 2.0 2.1 nora.fo, Strategic Programme 2012-2016. Biographies[deyð leinkja]
  3. kveik.fo[deyð leinkja]
  4. 4.0 4.1 Nordvux.net, Presentation av NVR, útgevari: Nordiskt Nätverk för Vuxnas Lärande, ár: 2005[deyð leinkja]
  5. "hoydalar.fo". http://www.hoydalar.fo/Person.asp?MId=41&PersonType=l&showAll=true. Heintað 2014-05-31. 
  6. kringvarp.fo, Katrin Kallsberg forkvinna í Javnstøðunevndini, eftir Johannesen, Johnsigurd, hin 1. mars 2012
  7. "Aktuelt.fo, Kristianna Winther Poulsen toppskorari hjá Sjálvstýrisflokkinum, Sosialurin, skrivað hevur: Lindenskov, Eirikur, hin 29. oktober 2011". http://aktuelt.fo/grein/kristianna_winther_poulsen_toppskorari_hja_sjlvstyrisflokkinum. Heintað 2014-05-31. 
  8. "Aktuelt.fo, Kristianna Winther Poulsen á ting, Skrivað hevur: Lindenskov, Eirikur, Sosialurin, hin 14. november 2012". http://aktuelt.fo/grein/kristianna_winther_poulsen_a_ting. Heintað 2014-05-31. 
  9. "Aktuelt.fo, Kristianna Winther Poulsen tekur sæti á Løgtingi, Sosialurin, skrivað hevur: Johannesen, Uni Holm, hin 31. desember 2012". http://aktuelt.fo/grein/kristianna_winther_poulsen_tekur_sati_a_logtingi. Heintað 2014-05-31.