Kristian 4.
Kristian 4. (12. apríl 1577 - 28. februar 1648) grundaði býirnar Kristiania (Oslo), Kristiansand, Glückstad, Kristianstad, Kristianopel, Kristianshavn, Kristianspris og Kongsberg. Í 1588 gjørdist Kristian 4. kongur í Danmørk, 11 ára gamal. Hann var kongur í 60 ár. Hann var eisini kongur í Noregi og norsku hjálondunum Íslandi, Føroyum og Grønlandi. Tá hoyrdu eisini til danska ríkið Halland, Blekinge og Skåne í Svøríki, og Holstein og Slesvig í Týsklandi. Danmark var stórveldi um ár 1600, og hevði sera nógv herski. Men ófriðarár vóru í Europa. Í Miðeuropa var 30-ára kríggið, og ofta var kríggj millum Svøríki og Danmørk. Tó hendi so mangt í hesi tíð. Rannsóknarferðir vórðu gjørdar til fremmandar heimspartar. Nýggj tøknifrøði var uppfunnin og skipaði framburð. Vísindi og list mentust. Vanliga fólkið livdi tó í fánkunnu og vesaldømi. Illa stóð til í Føroyum á døgum Kristiani 4. Sjórænarar gjørdu nógv um seg. Heilsuviðurskiftini vóru vánalig og nógv doyðu av sjúku. Um 1650 var danska ríkið nógv fátækari, enn tá ið Kristian 4. tók við ræðinum 1588. Men honum fyri at takka vórðu mong stáslig hús bygd. Nyboder í Keypmannahavn læt hann byggja í 1631 til manningarnar á herskipum sínum. Kristian 4. læt Rundatorn í Keypmannahavn byggja í 1637.