Kingosangur
Kingosangur er serføroyskur kirkjusangur uttan ljóðføri. Navn eftir danska sálmaskaldinum Thomas Kingo, sum hevur yrkt sálmarnar.
Serligi sanghátturin er serliga blivin hildin viðlíka í kirkjum uttan orgul ella uttan organist. Millum annað Tjørnuvík er kend fyri sín kingosang.
Fólkasangarin Niels Midjord úr Fuglafirði hevur millum annað kingosangir í sínari sangskrá.