Kappleyva
Kappleyva (latín Panthera leo melanochaitus), er eitt undirslag av leyvu ið nú er útdeytt.
Kappleyva | ||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Einasta mynd av eini livandi Kappleyvu, uml. 1860 í Jardin des Plantes, Paris
| ||||||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||||||
|
Kappleyvur við svørtum faksi reikaðu fyrr framvið Kappanum í Suðurafrika, syðst á afrikanska kontinentinum. Kappleyvan var ikki tað einasta undirslagið av leyvu ið livdi í Suðurafrika, og útbreiðsluøkið er óvist. Høvuðsøkið var Kapplandsluturin, í økinum kring Cape Town. Ein tann seinasta kappleyvan ið varð sædd í landslutinum, varð dripin í 1858; og í 1876 keypti kekkiski rannsóknarfararin Emil Holub eina ungleyvu ið doyði 2 ár seinni.
Eins og við berbaraleyvuni eru tað fleiri fólk og stovnar ið siga seg hava kappleyvur. Í ár 2000 vórðu nakrar leyvur ið møguliga vóru av kappslagnum funnar í fangilsi í Russlandi, tær vórðu sendar til Suðurafrika til nøring. Tað er ógreitt hvør munurin er millum kapplevyur og aðrar leyvur við svørtum faksi í fangilsi. Leyvur í fangilsi eru vegna krossnøring ofta kynblendingar og tí er ringt at fáa fatur á 'reinum' kappleyvum í dag.
Banin hjá kappleyvuni gjørdust hvítu niðursetufólkini í Suðurafrika, ið jagstraðu og týndu kappleyvurnar eftir stuttari tíð.