Berbaraleyva
Berbaraleyva (latín Panthera leo leo) eisini kend sum Nubialeyva ella Atlasleyva, er eitt undirslag av levyum ið áður livdu í Norðurafrika frá Marokko til Egyptalands. Síðsta berbaraleyvan ið livdi í villini náttúru varð skotin í Atlasfjøllunum í 1922. Nú liva færri enn 100 eftir í fangilsi, harav uml. 40 í Europa.
Berbaraleyva - Nubialeyva - Atlasleyva | ||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Berbaraleyva í Algeria, fotograferað av Sir Alfred Edward Pease uml. 1893
| ||||||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||||||
|
Skyldskapur við asiatiska leyvu
rættaKanningar í 1968 av skøltum av norðurafrikonskum berbaraleyvum, asiatiskum leyvum, útdeyðum kappleyvum o.ø. afrikonskum leyvum vístu at nøkur sereyðkenni vóru felags fyri berbaralevyuna og asiatisku levyvuna. Hetta vísir at tað kanska er tættur skyldskapur millum norðurafrikansku leyvuna og asiatisku leyvuna. Onkur hevur eisini skotið upp at suðureuropeiska leyvan ið doyði út uml. ár 80-100 f.kr., var "bindiliðið" millum norðurafrikansku og asiatisku leyvuna.
Berbaraleyvu verkætlanin
rættaEin bjartskygd verkætlan ið nevnist The Barbary Lion Project sum WildLink International í samstarvi við Oxford University stendur fyri, arbeiðir við at bæði varðveita og at økja um talið av berbaraleyvum, sum síðan skulu sleppast leysar í einum tjóðargarði í Atlasfjøllunum í Marokko einaferð í framtíðini.