Kvívíks Jógvan

(Ávíst frá Joen Danielsen)

Joen Danielsen (nevndur Kvívíks Jógvan og Kvívíkar-Jógvan) (* 11. juni 1843 í Kvívík - † 2. mai 1926 við Gjógv). Hann vaks upp saman við Jóani Peturi upp í Trøð.

Kvívíks Jógvan.

Var m.a. húskallur í Mikladali og á Selatrað, áðrenn hann giftist og búsettist við Gjógv.

Eingin skipað skúlagongd var í bygdini tá, men hugaður sum drongurin var fyri bókini, lærdi hann seg sjálvur at lesa bæði føroyskt og danskt.

Í 1855 gjørdist V. U. Hammershaimb prestur í Norðstreymoy og flutti inn á Kirkjuteigi í Kvívík. Jógvan var tá 12 ára gamal, og skjótt leitaði hann sær í prestagarðin, har bøkur vóru at fáa til láns.

Tá Jógvan var komin til mans, fór hann út á ymsar bóndagarðar at tæna, og seinni fór hann til skips.

Á vetri 1872 varð hann biðin til húskall norðuri við Gjógv; her fekk hann sær konu, tey giftust í 1875, og her búði hann til deyðadags 1926.

Kvívíks-Jógvan var komin væl upp í árini — mundi liggja um 50 ára aldur — tá hann steig fram sum yrkjari. Partvíst yrkti hann sangir, ið lovprísa føðilandi og móðurmáli, partvíst yrkti hann kvæði og tættir, kendastu teirra eru »Kópakvæði« og »Trolara-tátturin«.

Tað nógva av tí, hann hevur yrkt, er savnað saman í bókini »Yrkingar«, ið felagið Varðin gav út í 1926.

Sagt verður at nógvar av yrkingum Kvívíks Jógvans, fórust við tað at nógv bleiv brent vegna tuberklar í húsinum.

Útgivið

rætta
  • 1926 - Jógvan Dánialsson (Kvívíkar-Jógvan): Yrkingar
    • Nú komin er mín lívskvøldarstund.
    • Jólasálmur.
    • Páskasálmur.
    • Kvæðið um skapanina.
    • Kópakvæðið.
    • Lýð á ljóðið.
    • Føroya málið.
    • V. U. Hammershaimb.
    • Frælsiskvæði (Fríheitskvæði).
    • Ránsmannavaldið í Føroyum.
    • Trolaratátturin.
    • Fólkatingsvalið 1903
    • Valkvæði.
    • Heilsa til Fríðriks 8nda.
    • Songur um kríggið 1914.
    • Til fólkafundin á Eiðisskarði hin 13 juli 1919.
    • Kvæði til Føroya dans.

Aðrar yrkingar

rætta
  • Føroya háskúli (Fuglaframi 11. juni 1901)
  • Til ein fund í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn (Fuglaframi 27 .august 1901)
  • Løgtingsins hálvthundrað ára dagur, 29. juli 1908 (Varðin 8. bind 1928)
  • Heilsa til Noregs. (Varðin 8. bind 1928)
  • Við Stevnuvál. (Lisin upp á fólkafundi 6. juli 1913. Óprentaður)

Yrkingar á donskum

rætta
  • Velkomsthilsen til Kong Frederik VIII.
  • Om alt det kors vi lide. (Um vanlukkuna í Sandvíksgrindini í 1915)
  • Jeg begynde vil en sang.
  • Nu længes fluks min matte krop.
  • Nu vil jeg her begynde. (Um vanlukkuna, tá ið klaksvíkssluppin Kristina gekk burtur í 1920)

Keldur

rætta

Útvortis ávísing

rætta