Jan Petersen er ein føroyskur tónleikari og sangskrivari.[1] Hann var stigtakari, tónasmiður og tónleikari í tónleikabólkinum Haldurs Café, sum gav út Fjart í ringrás í 1997. Inngangin til Fjart i Ringrás eigur Unn Patursson og Rógvi á Rógvi framleiddi fløguna Haldus Café. Í februar 2014 gav hann út sína fyrstu fløgu undir egnum navni, fløgan hevur heitið Enter. Níggju løg eru á fløguni, harav eitt er instrumentalt. Jan hevur gjørt fimm av løgunum, meðan Ingun Simonsen hevur gjørt eitt lag. Steffen Gilmartin, sum luttók á donsku X Factor kappingini um sama mundi, sum fløgan hjá Jan kom út, hevur yrkt fleiri av tekstunum saman við Jan og hevur gjørt tvey av løgunum. Tónleikaframleiðarin Martin Frank eigur tað instrumentala lagið. Haldur Suni Johansen, sum átti tekstirnar á "Haldurs Café", eigur tekstin til lagið hjá Ingun Simonsen, Følist sum í Fongsli, sum Anna Maria Olsen syngur.[2]

Tónleikaútgávur

rætta

Egnar útgávur

rætta

Við Haldurs Café

rætta
  • 1997 - Fjart í ringrás, Tutl

Uppsamlingsútgávur

rætta
  • 2000 - Tutl2000 - Folk/Ethnic, Tutl, sangurin Fjart í ringrás[3]
  • 2002 - Popp List, Tutl

Keldur

rætta
  1. kvf.fo, Jan Petersen og Anna Maria Olsen live
  2. Aktuelt.fo, Jan Petersen gevur fløguna Enter út í dag[deyð leinkja]
  3. rateyourmusic.com, Tutl2000 - Folk/Ethnic