Islamiskur Statur

(Ávíst frá IS)


Islamski Staturin stytt IS, ISIS ella ISIL (Arabiskt: الدولة الإسلامية ad-Dawla al-Islamiyya (fi al-Iraq wa al-Sham) (Daesh) er ein sunniislamistisk rørsla, av fleiri londum skýrdur sum yvirgangsfelagsskapur, ið fyrst og fremst er virkin í Irak og Sýria. IS hevur í 2014 stovnað eitt kalifat, eitt Islamskt ríki, í pørtum av Sýria og Irak. Felagsskapurin hevur síðani november 2014 eisini fingið fótafesti í Libya og hevur spakuliga voksið seg fram í landinum, meðan Vesturheimurin, við USA á odda, hevur bumbað stríðsfólkini hjá IS í Sýria og Irak. IS virðir ikki fornaldar virðir og setti í mars 2015 í verk oyðileggingar av fornaldarøkinum Nimrud. IS er eisini kent fyri at burturføra vesturlendingar og hevur hótt við at myrða fólkini. Tá ið teirra krøv ikki verða eftirlíkaði, so avrætta teir hesi fólk, og tað gera teir t.d. við at hálshøggja tey fyri opnum skermi, meðan teir sjálvir hava masku fyri andlitið, so teir ikki skulu kennast aftur. ISIS hevur hertikið eitt øki á stødd við Bretland í Sýria og Irak. IS verður mett sum vandamiklasti yvirgangsfelagsskapur í heiminum í 2015 og framdi tað størsta yvirgangsálopið í París í nýggjari tíð. Leiðarin í felagsskapinum, Abu Bakr al-Baghdadi hevur útnevnt seg sjálvan til kalif, ið er heiti á einum eftirmanni Muhammeds sum oddamaður í muslimska heiminum. IS hevur sett í verk sharia-lógir í teimum økjum, har felagsskapurin hevur valdið. Felagsskapurin er illa umtóktur av mongum kring heimin fyri víðgongda harðskapin, eitt nú hevur IS krossfest fangar, hálshøgt teir og framt fleiri hópdráp á sivilfólk. IS hevur eisini tikið uppaftur trælahald í sínum økjum.[28]

Islamiskur Statur

الدولة الإسلامية في العراق والشام
ad-Dawlah al-Islāmiyah fī 'l-ʿIrāq wa-sh-Shām

Luttakari í Borgarakríggið í Sýria, Iraq War (2003–2011), Irakiskur uppreistur, Irakkríggið (2014–nú), Annað libiska borgarakríggið, Boko Haram-uppreisturin, Kríggið í útnyrðingspartinum av Pakistan, Kríggið í Afganistan, Borgarakríggið í Jemen, og aðrir bardagar


Høvuðsmál hjá Operation Inherent Resolve og hjá Krígnum ímóti IS: í Sýria, Irak, Libya, og Nigeria.
Svart standardflagg
Aktivur

1999–nú

  • Fór uppí al-Qaeda: Oktober 2004
  • Útnevning av einum Islamiskum stati í Irak: 13. oktober 2006
  • Gjørdi krav uppá øki í Levantlondunum: 8. apríl 2013
  • Tóku seg úr al-Qaeda:[1][2] 3. februar 2014[3]
  • Yvirlýsing av kalifati: 29. juni 2014
  • Gjørdu krav uppá øki í: Libya, Egyptalandi, Algeria, Saudi Arabia, Jemen: 13. november 2014
    • Afganistan, Pakistan og pørtum av India: 29. januar 2015[4]
    • Nigeria: 12. mars 2015[5][6]
    • Norðurkaukasus: 23. juni 2015[7]
Ideologi
  • Salafisma[8][9][10]
  • Salafi jihadisma[10][11]
  • Wahhabisma[11][12]
  • Leiðarar
  • Leiðari: Abu Bakr al-Baghdadi,[13]
  • Varaleiðari í Sýria: Abu Ali al-Anbari [14][15]
  • Varaleiðari í Irak: Abu Fatima al-Jaheishi[16]
  • Hernaðarligur ovasti: Abu Suleiman al-Naser,[17][18]
  • Ovasti leiðari fyri Shura Ráðið: Abu Arkan al-Ameri,[19]
  • Hægsti talsmaður: Abu Mohammad al-Adnani,[17][20][21]
  • Ovasti fyri Sýrisku hernaðarligum tiltøkum: Abu Omar al-Shishani [17][22][23]
  • Høvuðsstøðir Al-Raqqah, Sýria
    (de facto høvuðsstaður)
    Hersett øki
    Hernaðaliga støðan pr. 29. juni 2016 í Irakisku, Sýrisku og libanesisku bardøgunum.
      Stýrt av Irakisku stjórnini
      Stýrt av Sýrisku stjórnini
      Stýrt av IS
      Stýrt av Jabhat al-Nusra
      Stýrt av Hezbollah
    Note: Irak og Sýria innihalda stór oyðin øki har fá fólk búgva. These areas are mapped as under the control of forces holding roads and towns within them.
    Kort yvir Sýriska borgarakríggið
    Kort yvir Irakiska uppreisturin
    Kort yvir Libanesiska uppreisturin
    Kort yvir Borgarakríggið í Lybia
    Kort yvir Nigeriska uppreisturin
    Kort yvir Sinai uppreisturin
    Kort yvir Borgarakríggið í Jemen
    Kort yvir Taliban uppreisturin
    Styrki Inni í Sýria og Irak
    250 000[24] (Kurdist uppáhald)
    100 000[25] (Jihadist uppáhald)
    20 000–31 000[26] (CIA meting)
    Uttanfyri Sýria og Irak
    32 600–57 900 (Sí en:Military activity of ISIL á ensku Wikipediu fyri meira nágreiniligar metingar.)
    Samlað meting
    52.600–307.900
    Kyknaði Jamāʻat al-Tawḥīd wa-al-Jihād (1999)[27]

    Samgongan ímóti IS, sum er undir leiðslu av USA, framdi í august og september í 2014 fleiri bumbuálop móti Islamskum Stati. Danmark luttók við sjey stríðsflogførum í krígnum ímóti bólkinum í Irak. Í oktober 2015 framdi Russland bumbuálop einsamalt í Sýria sum formelt eisini er vent ímóti IS. Higartil hava hesi álop tó ikki verið vend bara ímóti IS men eisini ímóti teimum meira moderatu uppreistrarbólkunum, ið stríðast ímóti forsetanum í Sýria.

    Keldur

    rætta
    1. Pool, Jeffrey (16 December 2004). "Zarqawi's Pledge of Allegiance to Al-Qaeda: From Mu'Asker Al-Battar, Issue 21". Terrorism Monitor 2 (24): The Jamestown Foundation. Archived from the original on 30 September 2007. Retrieved 30 July 2014. 
    2. "Al-Qaeda disavows ISIS militants in Syria". BBC News. 3 February 2014. http://www.bbc.co.uk/news/world-middle-east-26016318. Heintað 3 February 2014. 
    3. Laskar, Rezaul H. (29 January 2015). "IS announces expansion into AfPak, parts of India". Hindustan Times. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 14 September 2015. https://web.archive.org/web/20150914043630/http://www.hindustantimes.com/india-news/is-announces-expansion-into-afpak-parts-of-india/article1-1311533.aspx. Heintað 22 February 2015. 
    4. "IS welcomes Boko Haram allegiance: tape". Agence France-Presse. 12 March 2015. http://news.yahoo.com/accepts-allegiance-nigeria-jihadists-boko-haram-201513146.html. Heintað 12 March 2015. 
    5. Elbagir, Nima; Cruickshank, Paul; Tawfeeq, Mohammed (7 March 2015). "Boko Haram purportedly pledges allegiance to ISIS". CNN. http://www.cnn.com/2015/03/07/africa/nigeria-boko-haram-isis/. 
    6. Gambhir, Harleen (23 June 2015). "ISIS Declares Governorate in Russia's North Caucasus Region". Institute for the Study of War. http://understandingwar.org/backgrounder/isis-declares-governorate-russia%E2%80%99s-north-caucasus-region. 
    7. "Islamic State". Australian National Security. Australian Government. http://www.nationalsecurity.gov.au/Listedterroristorganisations/Pages/IslamicState.aspx. Heintað 22 July 2014. 
    8. "The Islamic State". Stanford University. 23 January 2015. http://web.stanford.edu/group/mappingmilitants/cgi-bin/groups/view/1. Heintað 23 April 2015. 
    9. 10.0 10.1 Saltman, Erin Marie; Winter, Charlie (November 2014). Islamic State: The Changing Face of Modern Jihadism. Quilliam Foundation (Report). ISBN 978-1-906603-98-4. Archived from the original on 26 February 2015. Retrieved 23 April 2015. 
    10. 11.0 11.1 Crooke, Alastair (5 September 2014). "You Can't Understand ISIS If You Don't Know the History of Wahhabism in Saudi Arabia". The Huffington Post. http://www.huffingtonpost.com/alastair-crooke/isis-wahhabism-saudi-arabia_b_5717157.html. 
    11. Kirkpatrick, David (24 September 2014). "ISIS Harsh Brand of Islam Is Rooted in Austere Saudi Creed". The New York Times. http://www.nytimes.com/2014/09/25/world/middleeast/isis-abu-bakr-baghdadi-caliph-wahhabi.html. Heintað 6 May 2015. 
    12. Rubin, Alissa J. (5 July 2014). "Militant Leader in Rare Appearance in Iraq". The New York Times. http://www.nytimes.com/2014/07/06/world/asia/iraq-abu-bakr-al-baghdadi-sermon-video.html. Heintað 6 July 2014. 
    13. "Abd al-Rahman Mustafa al-Qaduli". U.S. Department of State, Bureau of Diplomatic Security. 5 May 2015. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 18 May 2015. https://web.archive.org/web/20150518171235/https://www.rewardsforjustice.net/english/abd_al_qaduli.html. Heintað 7 May 2015. 
    14. Schmidt, Michael (25 March 2016). "A Top ISIS Leader Is Killed in an Airstrike, the Pentagon Says". The New York Times. http://www.nytimes.com/2016/03/26/world/middleeast/abd-al-rahman-mustafa-al-qaduli-isis-reported-killed-in-syria.html. Heintað 26 March 2016. 
    15. Al-Tamimi, Aymenn Jawad. "An Account of Abu Bakr al-Baghdadi & Islamic State Succession Lines". http://www.aymennjawad.org/2016/01/an-account-of-abu-bakr-al-baghdadi-islamic-state. 
    16. 17.0 17.1 17.2 Lister, Charles (2014). Islamic State Senior Leadership: Who's Who (Report). Brookings Institution. Retrieved 11 May 2015. 
    17. Masi, Alessandria (10 November 2014). "If ISIS Leader Abu Bakr al-Baghdadi Is Killed, Who Is Caliph Of The Islamic State Group?". International Business Times. http://www.ibtimes.com/if-isis-leader-abu-bakr-al-baghdadi-killed-who-caliph-islamic-state-group-1721638. 
    18. "ISIS Leadership". Frontline. PBS. 2015. http://apps.frontline.org/isis-leadership/. Heintað 14 August 2015. 
    19. "Here's What We Know About the 'Caliph' of the New Islamic State". Business Insider. Agence France-Presse. 29 June 2014. http://www.businessinsider.com/heres-what-we-know-about-the-caliph-of-the-new-islamic-state-2014-6. Heintað 18 July 2014. 
    20. "ISIS Spokesman Declares Caliphate, Rebrands Group as Islamic State". SITE Intelligence Group. 29 June 2014. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 29 June 2014. https://web.archive.org/web/20140629194932/https://news.siteintelgroup.com/Jihadist-News/isis-spokesman-declares-caliphate-rebrands-group-as-islamic-state.html. Heintað 29 June 2014. 
    21. "U.S. confirms death of ISIS operative Omar al-Shishani". CNN. 14 March 2016. http://edition.cnn.com/2016/03/14/politics/u-s-confirms-death-of-isis-operative-omar-al-shishani/index.html. Heintað 14 March 2016. 
    22. "Tarkhan Tayumurazovich Batirashvili". U.S. Department of State, Bureau of Diplomatic Security. 5 May 2015. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 18 May 2015. https://web.archive.org/web/20150518171047/https://www.rewardsforjustice.net/english/tarkhan_batirashvili.html. Heintað 7 May 2015. 
    23. Cockburn, Patrick (16 November 2014). "War with Isis: Islamic militants have army of 200,000, claims senior Kurdish leader". The Independent (London). http://www.independent.co.uk/news/world/middle-east/war-with-isis-islamic-militants-have-army-of-200000-claims-kurdish-leader-9863418.html. Heintað 8 December 2014. 
    24. "Saddam's former army is secret of Baghdadi's success". Reuters. 16 June 2015. http://www.reuters.com/article/2015/06/16/us-mideast-crisis-baghdadi-insight-idUSKBN0OW1VN20150616. Heintað 1 July 2015. 
    25. Sciutto, Jim; Crawford, Jamie; Carter, Chelsea J. (12 September 2014). "ISIS can 'muster' between 20,000 and 31,500 fighters, CIA says". CNN. http://edition.cnn.com/2014/09/11/world/meast/isis-syria-iraq/. Heintað 6 July 2015. 
    26. Zelin, Aaron Y. (June 2014). "The War between ISIS and al-Qaeda for Supremacy of the Global Jihadist Movement". Research Notes (Washington Institute for Near East Policy) 20. Archived from the original on 20 February 2015. Retrieved 26 August 2014. 
    27. in.fo - Stríðið ímóti Islamskum Stati[deyð leinkja]
     
    Wikimedia Commons logo
    Sí miðlasavnið