Hyracotherium
Hyracotherium var fyrsta rossið og varð til seinast í paleocentíðini í Evropa og USA. Tað var sjáldsama lítið dýr, bara 25 cm. til hæddar, og gekk á fýra fótum, fýra tær vóru á hvørjum fóti. Tað helt til í tørrum kjarri og skógi og át bleytt leyv og urtir. Hyracotherium mentist til nútíðarrossið og tey sløg, sum eru skyld við tað, til dømis sebra.