Hoyvíkar kirkja varð vígd 4. november 2007 á 25 ára degnum fyri fyrsta prát um kirkjubygging í Hoyvík. Tað var Hans Jacob Joensen, bispur, ið vígdi kirkjuna.

Hoyvíkar kirkja sæst mitt í myndini

Margretha drotning legði grundarsteinin hin 20. juni í 2005. Innskriftin er úr 5. Mós: Bústaður er hin ævigi Guð, og her niðri eru hinir ævigu armar.

Kirkjurúmið at innan er klætt við spónløgdum Oregon Pine viði. Gólvið sjálvt er úr askaviði.

Kirkjuklokkan

rætta

Kirkjuklokkan er gjørd í Tønsberg, Vestfold í Noregi, og hon er gjørd úr málmi. Á kirkjuklokkuni stendur eitt ørindi, sum Gunnar Hoydal hevur yrkt:

UM BYGDAN
HAGA, VÍK OG DAL
Í LJÓSINS VERKI EG
LJÓÐA SKAL

Altartalvan

rætta

Altartalvuna málaði Sven Havsteen-Mikkelsen, listmálari, sum vaks upp í hvalastøðini í Lopra. Eivind Vilhelm, varabiskupur, og onnur tóku stig til at fáa altartalvuna til Føroya. Ætlanin var at nýta altartalvuna í einari nýbygdari kirkju, og tí hevur altartalvan hingið til láns í Meinigheitshúsinum í Havn.

Altarvindeygu

rætta

Listamálarin Hansina Iversen gjørdi umgerðina um altarið úr málaðum og brendum glasi.

Doypifunturin

rætta

Doypifunturin er gjørdur úr føroyskum gróti, og gjørdur av Grótvirkinum í Skopun.[1]

  1. http://www.folkakirkjan.fo/Default.aspx?pageid=20361