Herdis S. Tyrer
(Ávíst frá Herdis Jakobsen)
Herdis Solveig Tyrer (fyrr Jakobsen) er føroyskur myndprýðari búsitandi í Southport í Onglandi. Hon hevur myndprýtt fleiri føroyskar bøkur. Hon starvast sum tatovørur.
Útbúgvingar og skeið rætta
Herdis tók eitt skeið í list á Holbæk Kunsthøjskole í Danmark og var eisini í starvslæru á grafiska verkstaðnum Steinprenti í Tórshavn. Hon hevur tikið BA í myndprýðing og animatión á Coventry University.[1]
Bókmentalisti sum myndprýðari rætta
- Ingun Christensen: Eiturkoppaprinsessan (Bókadeild Føroya lærarafelags 2013)
- Birita Michelsen: So normal og tó ikki (Bókadeild Føroya lærarafelags 2016)
- Sólrún Michelsen: Torkils døtur (Bókadeild Føroya lærarafelags 2013)
Familja rætta
Herdis er fødd og uppvaksion í Havn, hon er dóttir Sigrun Joensen úr Havn og Erhard Jacobsen úr Sørvági. Í 2016 giftist hon Alex Tyrer, ið er úr Onglandi.