Erhard Jacobsen
Erhard Jacobsen (føddur 1949 í Sørvági) er føroyskur bókavørður og rithøvundur. Inntil august 2016 var hann leiðari á Føroya Landsbókasavni undir Søvnum landsins og er útbúgvin cand.scient.bibl. frá Danmarks Biblioteksskole í Keypmannahavn í 2004. Áðrenn tað var hann útbúgvin bókavørður. Frá 1977 til 1983 starvaðist hann sum bókavørður á Býarbókasavninum, og síðan sum bókavørður á Landsbókasavninum til 1986, síðan aftur frá 1994 til 1999 og 2002 til 2005. Í tíðini 1986 til 1990 var hann skrivari og seinni formaður í Starvsmannafelagnum. Hann hevur eisini starvast á Landssjúkrahúsinum og sum fulltrúi í Landsbanka Føroya.[1]
Útgávur
rætta- Søgan um okkum - 1981-2011, kom út á 30 ára føðingardegnum hjá MBF 24. oktober 2011, bókin lýsir søguna hjá felagnum. 245 síður.[2]
- Og so veit eg eina vakra søgu. Bókadeild Føroya Lærarafelags 1956-2006. 2006. 306 síður.
- Sørvágs Ítróttarfelag 100 ár: 1905 - 17. mars - 2005. 255 síður[3]
- Dansifrøi 25 ár : eitt minningarrit, 1997[4]
- Kirsten Brix, Erhard Jacobsen, Ole Wich (ed.): Très bien. Kristian Blak 60 ár. Tórshavn: Plátufelagið Tutl, 2007 (126 s., inkl. CD).[5]
- Sankta Frans Skúli, Skúlablaðið. Serblað, 1986[6]
Privat
rættaErhard er giftur við Sigrun Joensen úr Havn, tey eiga trý børn: Eyðun, Sunneva og Herdis. Erhard er beiggi Marnu Jacobsen, sum er ritstjóri, týðari og bygdaráðslimur og arbeiðir á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Ein annar beiggi er Herálvur Jacobsen, sum er formaður í Føroya Lærarafelagi.
Keldur
rætta- ↑ "FLB.fo, Erhard Jacobsen nýggjur leiðari á Landsbókasavninum". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-05-24. https://web.archive.org/web/20110524111731/http://www.flb.fo/Tidindi/erhard-jacobsen-nyggjur-deildarleieari-a-landsbokasavninum.html. Heintað 2012-09-12.
- ↑ MBF.fo, MBF 30 ár. Tíðindaskriv. 24. okt 2011 hátíðarheldur MBF 30 ára dagin í Norðurlandahúsinum.[deyð leinkja]
- ↑ Books.google.dk
- ↑ worldcat.org
- ↑ books.google.dk
- ↑ "Bfl.fo, Erhard Jacobsen". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-09-14. https://web.archive.org/web/20110914224101/http://www.bfl.fo/Rith%C3%B8vunda-v%C3%ADsing.aspx?ID=1010&GROUPID=GROUP181. Heintað 2013-10-05.