Heðin Arge Jensen
Heðin Arge Jensen starvaðist í nógv ár sum vertur í Útvarpi Føroya, serliga í tónleikasendingum. Hann gjørdi millum annað statussendingar á nýggjárinum, og ikki minst hittlistasendingina 15 tær bestu.
Heðin Arge er eisini kendur fyri at hava staðið fyri útvarpssendingini Leygarkvøld í studio 5. Sendingin snúði seg fyri ein stóran part um fótbólt, har gestir, saman við verti, tosaðu um enskan og altjóða fótbólt og høvdu kjak. Trúgvastu gestirnir vóru Finnur Helmsdal, Chelsea fjeppari, og Kári Annand Berg, Manchester United fjeppari, ið settu síni fingramerki á sendingina.