Hawaiianskt mál
Hawaiianskt (á hawaiianskum: ‘Ōlelo Hawai‘i) er eitt polynesiskt mál, sum er almenna málið á Hawaii. Tað eru bara umleið 8000 fólk sum tosa tað, men kortini er tað tað almenna málið. Tað er ikki hótt, tí tað fær grið á oynni Ni'ihau, sum hevur verið privatogn í eina øld, og øll sum búgva har, tosa hawaiianskt. Seinastu tíggjuárini hevur málið verið í brennideplinum, og nú eru skúlar stovnaðir, og ikki bara á Ni'ihau, har børnini læra at hava tað sum móðurmál.
Hawaiianskt ‘Ōlelo Hawai'i | ||
---|---|---|
Tosað í: | Hawaii USA. | |
Tosandi íalt: | uml. 8000[1] | |
Málætt: | Austronesiskt Malayopolynesiskt | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | Onki | |
ISO 639-2: | haw | |
ISO 639-3: | haw
. |
Søga
rættaÁðrenn 1820 var bara hawaiianskt tosað allastaðni á Hawaii, men onga aðrastaðni. Frá 1820 til 1887 vórðu oyggjarnar kristnaðar og hawaiianska málið broyttist. Kristnir missionerar vildu umvenda oyggjabúgvarnar við at umseta bíbliuna til hawaiianskt og við at prædika á málinum hjá teimum innføddu. Í 1826 fekk hawaiianska stavraðið gjørt. Nú kundi málið bæði tosast og skrivast. Frá 1839 til 1840 varð fyrsta grundlógin skrivað á hawaiianskum. Í 114 ár (1834-1948) vórðu tíðindabløð prentað á hawaiianskum. Mállæran kom í 1834 og fyrsta orðabókin í 1865. Nógvar hawaiianskar bókmentir vóru. Málið er skumpað til viks av enskum, og í dag duga færri enn 0,1% av fólkinum hawaiianskt. Í 2000 bleiv tað vældámdari at tosa og tað sigst vera heimsins mest romantiska mál.
Samanburður
rættaFøroyskt | Hawaiianskt |
---|---|
Hey / Farvæl (eisini Kærleiki) |
Aloha |
Góðan morgun | Aloha kakahiaka |
Góðan dagin | Aloha awakea |
Gott kvøld | Aloha ahiahi |
Hvussu gongur? | Pehea `oe? |
Tað gongur væl | Maika`i no mahalo |
Hvussu eitur tú? | `O wai kou inoa? |
Eg eiti xxx | `O xxx ko`u inoa. |
Keldur
rætta- 1. Ethnologuesa tøl frá 1995.
- Hawaiisk - Norsk wikipedia
- Hawaiian language - Ensk wikipedia