Hans Jacobsen

føroyskur vinnulívsmaður

Hans Jacobsen (føddur 29. november 1938, andaðist 17. desember 2011), eisini kendur sum Hans á Bakka, var íverksetari og stovnari av fyritøkuni Bakkafrost. Hans var føddur og uppvaksin á Bakka á Glyvrum, har hann seinni eisini byrjaði virksemið við Bakkafrost, saman við beiggjanum Róland Jacobsen. Hans var giftur við Oddvør Jacobsen.

Hans á Bakka Jacobsen
Hans á Bakka Jacobsen, sáli
Fødd(ur) Hans Jacobsen
29. nov. 1938
Glyvrar, Føroyar
Andaðist 17. des. 2011 (73 ár)
Glyvrar
Starv Stjóri og stovnari av fyritøkuni Bakkafrost
Virkin ár 1968-2011
Kend(ur) fyri Bakkafrost

Lívsleið rætta

Barnaár rætta

Hans var borin í heim tann 29. november í 1938, á Glyvrum. Foreldrini, Johan Hendrik Jacobsen & Jútta Sofía Jacobsen vóru ikki av ríkum slagi, men tað forðaði ikki brøðrunum í at hugsa stórt.

Barnaárini hjá Hansi vóru á Glyvrum í krígsárunum og beint eftir. Tá vóru ikki nógvir pengar millum fólk og lítið kundi sostatt keypast.

Í 1945, tá Hans var 7 ára gamal, byrjaði hann í skúlanum á Glyvrum, har Bjarnadal og konan vóru lærarafólk. Skúlin tey nýttu var tann lítli skúlin, sum stendur sunnanfyri Forna, “Gamli skúli” sum hann eisini eitur. Har var bara ein lítil stova, og einki annað rúm uttan ein lítil durur. Øll børnini vóru í sama høli frá yngst til elst.

Tað var ikki óvanligt um góðveðursdagar vóru, at børnini fóru tíðliga upp saman við teim vaksnu at hjálpa til at breiða fisk út á fiskastykkinum á Bakka áðrenn tey fóru í skúla. Børnini skuldu vera við, tað var plikt.

Ungdómsár rætta

Liðugur við barnaskúlan fór Hans í 1953 á háskúla í Hornabø, har Marius Johannesen var fyrsti lærari. Aðrir lærarar vóru: Símun av Skari og Sigurd Joensen og Pól Johannes Lindberg. Hetta árið á háskúla hevði stóran týdning fyri Hans.

Tá veturin á háskúlanum var liðugur, var Hans 15 ár, hetta var í 1954. Neyðugt var at vinna pening fyri at kunna ganga víðari í skúla. Í 1954-1956 hjálpti hann til í Turkihúsinum á Glyvrum. Tað var P/F Ryggur, sum pápin og brøðurnir áttu í felag, sum rak hetta virkið.

Glyvrar eru gomul bygd, og tað var siðvenja í familjuni á Bakka at reka handil. Abbi Hans, Klæmint, hevði rikið handil niðri á Bakka og Meinhard, farbróðurin handlaði eisini eitt skifti í húsunum hjá sær. Hans var greiður yvir, at hann mátti fáa nakað av kunnleika til handilsskap, og tí var avgjørt at fara á handilsháskúla í Danmark.

Sum 17 ára gamal fór hann tí í 1956 á handilsháskúla á Købmandshvile í Rungsted við Keypmannahavn. Har lærdi hann grundreglurnar í handilsskapi og bókhaldi, og fekk ástøðiligar førleikar fyri vinnuvirki.

Vaksnamannaárini rætta

Í juli 1957 kom hann heimaftur til Føroya, og fór at hjálpa til í turkihúsinum, har tey turkaðu fisk.

Tá Hans var 18 ár í 1957 var broyting í vinnuligu viðurskiftunum á Bakka. Turkihúsini høvdu um hetta mundi, sæð sínar bestu dagar. Broyting var í vinnustrukturinum og flakavirkir komu í ymsum bygdum. Virkið á Glyvrum fór av knóranum.

Eftir at vinnuvirksemið varð steðgað á Bakka, fór Johan Hendrik Jacobsen, pápi Hans, at byggja hús fyri fólk. Hann hevði arbeitt sum húsasmiður, hevði m.a. verið við at bygt kirkjuna á Glyvrum og í Vági. Hans fór tá saman við pápa sínum at smíða hús. Teir bygdu bæði nýggj sethús og gjørdu ymsar umvælingar.

Hann hevði tó áhaldandi ein dreym um at stovna egið handilsvirki, og tá hann bygdi sær sjálvum sethús, bygdi hann samstundis handilshøli í kjallaranum, við góðari hjálp frá pápa sínum og hjálp frá familjuni, serliga Gamma (Klæmint) og Martin pápabeiggjanum. Klárt var at opna handilin í 1959. Hans bygdi eina røð av húsum saman við pápanum hesi næstu árini – eini 10-12 íalt.

Eisini var hann um hetta mundi nógv uppi í losjuarbeiðinum, kappróðrarfelag bleiv stovnað, og av og á vóru boð at sparka fótbólt við Toftamonnum við ”ZIG ZAG”. Ítróttarandin var verandi í honum til tað síðsta.

Vinniliga virksemið rætta

 
Brunnskipið Hans á Bakka hjá Bakkafrost er uppkallað eftir Hans á Bakka Jacobsen, tað varð bygt í 2015.

Í 1968 tá Hans var 29 ár byrjaði hann saman við brøðrunum Rólant og Martin í smáum sildaframleiðslu á Bakka. Teir bygdu fyrsta virkisbygningin á Bakka á Glyvrum, og nevndu felagið Bakkafrost. Fólkið við Skálafjørðin hevði nógv við sild at gera – á Bakka var íshúsið bygt í 1912, so sildin kundi kølast út á várið við ísi, sum var tikin omanav ymiskum íshyljum og borin saman í íshúsið. Grótið til íshúsið var fingið til vega úr einum stórum steini, sum lá í bønum á Glyvrum beint sunnanfyri húsini hjá Jóhonnu. Hesin var boraður við hond og sprongdur av Klæminti, brøðrum hansara og øðrum Glyvramonnum. Í nógv ár hevði eingin sild verið, men í 1967 byrjaði sild at koma aftur á fjørðin.

Í 1972 bygdu teir Bakkafrost munandi út og fóru undir veruliga framleiðslu av liðugvøru úr sild í gløs. Hetta var ein stór íløga. Nótaskipini landaðu nú sild til Bakkafrost, sum var skorin og framleidd til víðari virkingar á Glyvrum.

Ikki fyrrenn í 1986 fóru brøðurnir undir at ala laks, tá teir keyptu felagið Faroe Salmon. Undan hesum høvdu teir roynt seg við Hvítingi, flatfiski og svartkjafti. Tó var tað ikki fyrrenn teir fóru undir at ala laks, at teir funnu seg í røttum skóm.

Vinnuliga virksemið helt fram og tað var bæði viðrák og mótrák. Nógv broyttist á vinnuliga økinum í Føroyum í áttati og nýtiárunum, og hetta merkti eisini vinnuliga virksemið á Bakka.

í 1982 læt Hans sonin, Regin koma meiri framat í fyritøkuni, og gjørdist Regin stjóri á Bakkafrosti nøkur ár seinni. Regin hevði tá verið fíggjarleiðari síðani hann var 15 ára gamal. Hans var tó allatíð ein stórur partur av leiðsluni í fyritøkuni, og var við til stóru avgerðirnar.

Hans hevði eina sterka trúgv at tað hann setti sær fyri, megnaði hann. Mótgongd og niðurløg eru ein partur av ferðini, men hann sannaði, at úr djúpum dølum gongur leiðin oftast uppeftir. Málini vóru altíð høg, og hetta var við at geva góð úrslit. Ein seinasta heilsan frá honum frá sjúkrasongini til familju hansara var ikki at stúra, men síggja alt tað góða sum vit hava rundan um okkum, og hava havt gjøgnum lívið. Tær persónligu relatiónirnar týddu sera nógv fyri hann – hann hevði nógvar vinir – og tað hevur stóran týdning.

Seinastu nógvu árini starvaðist Hans til dagligt á smoltstøðini yvuri á Glyvradali. Hann tók sær av framleiðsluni av laksasmoltunum. Hann byrjaði at byggja smoltstøðina har yvuri umleið 1995, og bygdi hana út líka fram til tað síðsta.

Hans var stjóri í Bakkafrost frá byrjan og fram til 1990, og síðani nevndarformaður til 2007. Hann helt tó fram í nevndini til 2010, men var í valnevndini fram til hann doyði. Seinasti fundur har var bert fáar vikur áðrenn hann doyði, har hann skrivaði undir fundarfrásøgn fyri seinastu ferð. Tá var tað komandi aðalfundur og nevndarval í 2012 sum var viðgjørt. [1]

Nevndir og býráðslimur rætta

Gjøgnum sítt vinnuliga lív var Hans ein undangongumaður, ein pionerur við nógvum visiónum - hann var ikki bangin at royna nýggjar leiðir. Hann kom eisini at hava fleiri álitispostar, hann var m.a. við í býráðnum í Runavíkar Kommunu í 12 ár, og var formaður fyri Eysturoyar Røktar- & Ellisheimi frá byrjan í 1980 fram til einaferð í nýtiárunum eisini eftir at hann var farin úr býráðnum. Hann var í Havbúnaðarfelagnum í mong ár, bæði sum nevndarlimur og formaður.

Trúðarlív rætta

Hans var eisini ógvuliga virkin í trúðarlívi á Skálafjørðinum. Hans var við til at fáa missiónshúsið á Glyvrum bygt, og var hann seinni eisini við til at seta Samkomuna Keldan í Skálafirði á stovn, eftir at teltmissiónin á Gøtueiði hevði sett gongd í veking á fjørðinum. Hans var í mong ár ein av forspákarunum fyri Samkomuni Kelduni, og var eitt nú við til at fáa núverandi stóra samkomubygningin reistan. Familjan hjá Hansi er í dag eisini við til at mynda samkomuna.

Familja rætta

Hans hevði saman við konuni Oddvør fimm børn, Regin Jacobsen, Jastrid Høj, Anniku Frederiksberg, Birnu Vestergaard og Rógva Jacobsen. Trý av teimum eru í dag í leiðsluni á Bakkafrost, har í millum Regin, sum er forstjóri í samtakinum, Anniku, sum er í nevndini og er sølustjóri, og Rógva, sum er leiðari á stóru smoltstøðini á Strond. Jastrid er í dag skúlastjóri í Frískúlanum Kelduni, og Birna rekur fyritøkuna Glyvralon.

Keldur rætta

  1. Jacobsen, Regin. "Minningarorð um Hans Jacobsen". https://www.in.fo/news-detail/minningaror-hans-jacobsen-hans-bakka. 

Slóðir rætta