Hvítingur (frøðiheiti: Merlangius merlangus) er mest á sjálvum landgrunninum. Hann gýtir eini 150.000­-1.000.000 rogn­korn. Fyrstu tíðina eru larvurnar nær botninum, men seinni fara tær longri upp í sjógvin. Hvítingur etur krabbadýr og fisk, eitt nú nebbasild, hvítingsbróður og sild. Hann hevur langan kjaft og fleiri tanngarðar við spískum tonnum, sum eru góðar at halda einum fiski, ið ger um seg. Hvítingur verður um 20 ára gamal.