Hans Jacob Højgaard
Hans Jacob Højgaard (* 11. september 1904 á Toftum - † 10. juni 1992 í Tórshavn) var ein av stóru tónaskøldunum í Føroyum í 20. øld.
Foreldur hansara vóru Daniel Jacob Højgaard, kongsbóndi á Regni og Hansine Marie Petersen úr Saltnesi.
Hans Jacob Højgaard | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 11. sep 1904 |
Andaðist | 10. jun 1992 |
Starv | tónaskald, lærari |
Børn | Elin Bjørg Højgaard |
Dátuheiti |
Hans Jacob Højgaard | |
---|---|
Føddur | 11. september 1904 Toftir Føroyar |
Doyði | 10. juni 1992 Tórshavn Føroyar |
Útbúgving | Lærari |
Yrki | Lærari / Tónaskald |
Foreldur | Daniel Jacob Højgaard, kongsbóndi og Hansine Marie Petersen |
Børn | Elin Bjørg Højgaard |
Lív og virki Edit
Pápin, Dánjal Jákup, var tiltikin kingosangari og kvæðakempa. Mamman, Hansina, var systir Fríðrik Petersen próst, ið eisini var politikari og sanghøvundur.
Sum aðrir unglingar fór Hans Jacob til sjós sum 15 ára gamal í 1919. Hann tók seturskipara eksamiu í 1923, men gjørdi í 1924 av at venda sjólívinum bakið fyri at fara á læraraskúla í Danmark. Á fólkaháskúlanum í Karise gjørdist hann fyri fyrstu ferð aktivur í kórsangi.
Eftir at hava lokið læraraprógv á Jonstrup Statsseminarium, vendi Hans Jacob aftur til Føroya sum 25 ára gamal í 1929.
Hann gjørdist lærari við Tofta skúla, har hann stovnaði Toftakórið, sum hann eisini vandi til hann flutti til Havnar í 1952.
Fyrsta almenna konsertin hann hevði við Toftakórinum uttanfyri heimbygdina, var í Sjónleikarhúsinum í Havn, tann 19 desember 1937.
Hans Jacob Højgaard smíðaði hópin av nýggjum løgum til føroyskan kórsang, eins og hann setti gomul løg upp av nýggjum.
Útgivið Edit
Tónleikur Edit
- 1976 - LP: "Í hesi sælu jólatíð", (Toftakórið, HJH stjórnar), HCW TÓRGARÐ
- 2003 - Fløga: "Í hesi sælu jólatíð", (Toftakórið, HJH stjórnar), HCW TÓRGARÐ
- 2003 - Komponisten Hans Jákup Højgaard, musikeksempel, RAES, Útvarp Føroya
- 2004 - Hans Jacob Højgaard 100 ár, TUTL
Bókmentir Edit
- Thomas S. Anderssohn: Komponisten Hans Jákup Højgaard, et liv som traditionsbærer, nyskaber og lærer, Research Archive for Ethnomusicological Studies [RAES], Arendal 2003