Grover Cleveland
Stephen Grover Cleveland (18. mars 1837 - 24. juni 1908)
var amerikanskur løgfrøðingur, politikari og statsleiðari.
Stephen Grover Cleveland | |
---|---|
Føddur | 18. mars 1837 Caldwell, New Jersey USA |
Doyði | 24. juni 1908 Princeton, New Jersey USA |
Útbúgving | Løgfrøðingur |
Yrki | Løgfrøðingur, politikari (D) |
Cleveland byrjaði sína politiska yrkisleið í 1881, tá ið hann varð valdur til borgarstjóra í Buffalo. Árið eftir gjørdist hann guvernørur í stakríkinum New York. Tvey ár seinni, í 1884, bjóðaði hann seg fram sum demokratiskt forsetavalevni fyri fyrstu ferð og hann gjørdist vinnari.
Hann virkaði sum 22. forsetin í USA frá 1885 til 1889 og sum 24. forsetin frá 1893 til 1897; hervið er hann tann einasti amerikanski forseti, sum virkaði í tveimum tíðarskeiðum, ið ikki vóru samanhangandi.[1]
Ávísingar úteftir
rætta- Ævisøga: Grover Cleveland, obamawhitehouse.archives.gov (enskt)
- Grover Cleveland, millercenter.org (enskt)
Keldur
rætta- ↑ Grover Cleveland, obamawhitehouse.archives.gov