Gokstadskipið
Gokstadskipið (ella Geykstaðaskipið) er størsta víkingaskip, sum er funnið í Noreg. Gokstadskipið varð funnið í 1880 í Gokstadsheygginum (Kongaheygginum) á Gokstad í Sandefjørðinum. Tað varð smíðað o.u. 890. Tilfarið er í høvuðsheitum eik. Hetta er havskip, góðar 23 m langt, góðar 5 breitt og slakar 2 m høgt miðskips. 32 mans róðu skipið, ið hevði 13 m høga mastur við rásegli. Í útgrevstrinum vórðu 64 skjøldrar funnir. Hetta kann benda á, at manningin hevur verið 64 í tali – tveir mans um hvørja ár.
Hetta er eitt sokallaðað gravskip, men royndir og kanningar vísa at hetta er eitt serstakliga sjógott skip, sum kann sigla upp til 12 míl. Skipið er súðubygt, har súðurnar verða klinkaðar við bátsnøglum. Skipið er 23,80 metrar langt og 5,10 metrar breitt og tílík skip vóru brúkt til kriggj, handil og fluttning kring øll Norðurlond og á leiðir norðbúgvanna út í heimin. Skipið varð bygt til 32 róðursmenn og hevði eitt 110m2 stórt segl, sum kundi dríva skipið upp í 12 míl. Útfrá kanningararbeiði, sum hevur verið gjørt á Gokstadskipið, varð træið sum skipið er bygt úr høgt í 890 og varð bygt á døgum Haralds hins Hárfagra. Gokstadskipið kundi hava eina manning av 40 til 70 menn, treytað av hvat skipið skuldi brúkast til.
Við Gokstadskipinum sum fyrimynd varð longu í 1893 smíðað víkingafarið Viking. Norski skiparin, Magnus Andersen, og menn hansara sigldu sama árið úr Noregi til Norðuramerika. Hetta var í sambandi við, at 400 ár vóru liðin, síðan at Kolumbus nam land í Amerika. Teir fingu illveður, men skiparin læt væl at, so liðiligt skipið var, og so væl tað bar seg í ringum sjógvi. Hetta var fyrstu ferð síðan víkingaøld at víkingaskip sigldi um Atlantshav. Endamálið við ferðini hevur helst verið at prógva, at norðmenn longu tá áttu skip, sum sigla kundu til Amerika – fimm hundrað ár undan Kolumbusi.