Giktafelag føroya
Giktafelag Føroya er eitt áhugafelag fyri fólk við gikt, ið er millum elsta sjúglingafelag í Føroyum.
Felagið hevur til endamáls at veita upplýsing um giktasjúkur, at betra um viðgerðarmøguleikar og at veita ráðgeving innan giktaøkið.
Felagið hevur síðan 1990[1] verið fevnt av MEGD, sum er eitt meginfelag fyri fólk, ið bera brek[2].
Giktafelag Føroya er partur av Nordisk Reumaråd (NRR), sum er eitt samstarv millum Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Ísland og Føroyar[3].
Søga
rættaFelagið varð stovnað tann 22. august 1948, og hevði tá navnið Føroya felag móti giktsjúkum. Hóast tað varð samstarvað við felagið Rigsforeningen til bekæmpelse af reumatiske sygdomme, var talan um eitt sjálvstøðugt føroyskt felag.
Stovnararnir av felagnum vóru:
- Hans Debes Joensen, lækni
- Pauli Dahl, lækni
- Jacob Højgaard, lækni
- R. K. Rasmussen, lækni
- Knút Nygaard, lækni
- E. Rubek Nielsen, lækni
- Paula Dahl, próvstinna
- Jógvan Rasmussen, prentsmiðustjóri
- Aleksander Enniberg, yvirlækni
Keldulisti
rætta- ↑ Jacobsen, Erhard (2011). Søgan um okkum. Meginfelag teirra brekaðu.
- ↑ "Limafeløg". MEGD. https://megd.fo/limafelog. Heintað 03-05-2021.
- ↑ "Um Giktafelag Føroya". Giktafelag Føroya. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2010-11-06. https://web.archive.org/web/20101106074408/http://www.gikt.fo/pages/um-okkum.php. Heintað 03-05-2021.