George McGovern
George Stanley McGovern (f. 19. juli 1922 í Suðurdakota, d. 21. oktober 2012 í Suðurdakota), sum gjørdist 90 ára gamal, var limur í Umboðsmannatinginum í USA frá 1957 til 1961 og var senatorur fyri Suðurdakota árini 1963–1981. Tað verður sagt at hann tapti forsetavalið móti Richard Nixon (R) í 1972 tí hann hugsaði meira um at enda kríggið í Vjetnam enn at hugsa um liberala reformprogrammið, sum skuldi vera høvuðsmálið hjá demokratunum. Undir valstríðnum í 1972 var McGovern ímóti krígnum í Vjetnam, men úrtøkan var lítil. Tá valið kom, fekk McGovern bara 37,5 prosent av atkvøðunum, og hetta er tann størsti ósigurin, sum nakað valevni hevur fingið á einum amerikonskum forsetavali nakrantíð. McGovern vann bara í Massachusetts og District of Columbia. Hann doyði á einum røktarheimi í Sioux Falls í Suðurdakota 21. oktober 2012. Tað seinasta árið hevði hann trupulleikar við heilsuni og var fleiri ferðir á sjúkrahúsi. Hann var 90 ára gamal.
George McGovern | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 19. jul 1922 í/á Avon |
Andaðist | 21. okt 2012 í/á Sioux Falls |
Alma mater | Dakota Wesleyan University, Northwestern University, Mitchell High School, Garrett–Evangelical Theological Seminary |
Starv | politikari, sendifólk, søgufrøðingur, sjálvævisøguhøvundur, lektari á fróðskaparsetri, peace activist |
Politiskur flokkur | Demokratiski Flokkurin |
Trúgv | Methodism |
Mál | Enskt mál |
Undirskrift | |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000122833239 |
VIAF | 98045655 |
LCAuth | n80039703 |
IMDB | nm0569566 |
Commons | George McGovern |