Georg Wilhelm Friedrich Hegel

Georg Wilhelm Friedrich Hegel, (føddur 27. august 1770, deyður 14. novembur 1831) var ein týskur filosofur. Hann er ein av teimun stórstu persónunum innan týsku idealismuni og er ein av stovnarunum av modernaðri vesturheims filosofi.

Georg Wilhelm Friedrich Hegel í 1831.

Hegel var bergtikin av fronsku kollveltingini og napoleons kríggunum, hettar vóru hendingar ið fingu hann at hugsað nógv meira vinstra vent enn teir flestu filosofarnir í tíðini sum Immanuel Kant.

Hegel's filosofi var býtt í trýggjar partar: Logikkur, filosofiðin av náttúruni,of filosofiðin av sálini. Í hansara bók The Phenomenology of spirit, vísir hann á sína filosofi og tosar um hvussu heimssøgan er ein linjurætt tilgongd har ting vera meira framkomin sum tíðin gongur, serligani tosar han um at man altíð finnur eina betri politiska skipan enn man hevði fyrr, og at man tøkniliga mennar víðari sum tíðin gongur. Hesar ekstremu (og mótpróvuligu) hugsjónirnar endaðu við at hava stóra ávirkan á framtíðar politikk, serliga tá ið Karl Marx tók inspiratión frá hesum til at skriva sítt manifest um atfinning av kapitalismu, og seinni defineraði kommunismu fyri fyrstu ferð.


Nakrir teir fyrstu sum tóku Hegel'sa orð til sín var ein bólkur nevndur "Junghegelianer/the young hegelians" ella teir ungu Hegelianararnir, nakrir av hesum vóru kendir t.d Fredrich Engels, Karl Marx og Ludwig Feuerbach. Teir skrivaðu negativt um Hegel í byrjanini, men seinni sær man at teir (serliga Marx og Engels) fylgja í fótasporun Hegels tá ið teir útgeva "Economic and Pholosophical Manuscripts" í 1844 sum er ein samling av teirra ikki lidnu bókun teir høvdu skriva upp, aftur eru teir ógiliga líkir Hegel í Das Kapital serliga í bygnaðarhátti, hettar sæst best í uppruna notatunum hjá Marx sum var útgivið í 1857-58 sum Grundrisse.[1]

Karl Popper skrivar í The Open Society and Its Enemies (1945) at Hegel hevði skriva eina tunnliga fjalda grundgeving fyri at Fredrick William III skuldi halda uppá einaræði í Prusslandi, og at hansara hugsan um søguliga framgongd var basera uppá at tað besta úrslitið var líkt til hvar Prussland hevði komi fram til í 1830unum, og at hettar hevði við sær at bæði Komunistar og Nasistar nýttu Hegel sum teirra grundgeving fyri einaræði sum tann besta loysnin.[2]

Benedetto Croce og Giovanni Gentila hava notera at Italiensku fasistarnir vóru teir mest tilrættaðu neo-hegalianarar í allari søguni av vesturheims filosofi.[3]

Keldutilfar rætta

  1. "Grundrisse". https://www.marxists.org/archive/marx/works/1857/grundrisse/. 
  2. Kaufmann, Walter (1959). "Hegel: A Reinterpretation.". Doubleday. 
  3. Croce, Bendetto (1956). ""Translator's Introduction". Guide to Aesthetics". Bobbs-Merrill Company. 


 
Wikimedia Commons logo