Kapitalisma
Kapitalisma (eisini nevnd eyðvald) er ein búskaparskipan grundað á privata ognarrættin av vinnutólunum og vinningi. Sermerkt fyri kapitalistisku búskaparskipanina er privati ognarrætturin, samsýning fyri arbeiði (t.d løn), sjálvboði býti av vørum og tænastum og ein kappingarførur, prísásetandi marknaður. Í sínum einfaldasta sniði er kapitalisma sostætt rætturin at býta um veitingar (t.d keyp og søla) uttan avmarkingar.
Búskapurin í einum kapitalistiskum samfelag kallast marknaðarbúskapur, og er eyðkend við, at prísstøði í samfelagnum verður stýrt av útboði og eftirspurningi. Hetta merkir at virði (prísurin) á eini vøru ella tænastu sum útgangsstøði ikki er hægri enn tað, sum keyparin er áhugaður í at rinda, men heldur ikki lægri enn tað, sum seljarin er áhugaður í at selja fyri. Er stórur umsetningur av viðkomandi vøru ella tænastu, verður prísurin roknaður sum tann miðalprísur, ið flestu keyparar á marknaðinum eru áhugaðir í at rinda, sammett við tann prís, ið flestu seljarar eru áhugaðir í at selja fyri. Yvir tíð fer prísurin á marknaðinum sostætt at leggja seg í eina príslegu, ið keypari og seljari eru samdir um.
Til tess at fremja kapitalistisku búskaparskipanina bera fortalarar fyri búskaparskipanini javnan fram, at neyðugt er við einum lágum skattatrýsti á einstaklingum og fyritøkum, og at valdi hjá landinum skal vera avmarkað.
Politisku hugsjónirnar sosialisma, anarkisma og kommunisma høvdu sín uppruna sum eitt mótspæl til kapitalistisku búskaparskipaninar í Evropa í 18. og 19. øld. Størsti parturin av londinum í heiminum nýta tó marknaðarbúskap, herímillum í USA og øll lond í Evropa.
Í Føroyum og Danmark er ognarrætturin vardur í grein 73 í grundlógini og í Evropeiska Mannarættindasáttmálanum. Grein 73 í grundlógini ásetur, at ognartøka einans kann fara fram sambært lóg, við almannagangligum virksemi sum endamál, móti fullum endurgjaldi av marknaðarvirðinum av tí ognartikna lutinum.