Geometri ella mátingarfrøði er tann partin av støddfrøðini, ið snýr seg um rúmstødd. Geometri snýr seg um at greina eginleikar hjá tvey- og trídimensionalum skapum, umframt at gera tekningar og útrokningar. Í geometri er orðið skap felagsheiti fyri sirklar, tríkantar, fýrkantar, o.a. Orðið rúmskap er felagsheiti fyri kassar, pýramidur, sylindarar, o.a. Geometri er grikskt orð, sum merkir jørðmáting ella landmáting. Fyri einum 2300 árum síðan skrivaði Eukild fyrstu skipaðu lærubók í geometri. Eukild var grikki, men arbeiddi í Alexandria í Egyptalandi. Læribókin hjá Eukild var týdd til nógv mál.

Nøvn í rúmskapum: hædd (h), radius (r).



Algebra verður serliga nýtt í kjarnaøkjunum geometri og funktiónum.

Týdningarmikil hugtøk

rætta

  Heksaetur   Oktaetur   Dodekaetur   Ikosaetur