Galeras
Galeras er eitt gosfjall í Kolombia í Suðuramerika. Galeras er 4.270 m høgt og hevur goyst fleiri ferðir seinastu árini. Í januar í 2008 goysti fjallið, men tá hendi ikki stórvegis skaði. Í 1993 doyðu 9 fólk, tá fjallið fór at goysa. Gosfjallið er á markinum til Ekvador í Suðurkolombia. Galeras hevur goyst 26 ferðir síðani ár 1500.
Slóðir úteftir
rætta