Gosfjøll

(Ávíst frá Gosfjall)

Gosfjøll, sum ikki hava goyst í søguligari tíð, eru óvirkin, men hini eru virkin. Undir gosfjøllum eru grótbræðingar (magma, 1000 °C). Trýstið er ofta stórt í bræðingunum, og tær kunnu bróta sær veg upp ígjøgnum jarðarskorpuna og goysa. Oman á jørðini nevnist grótbræðingin lava. Men annað enn lava vellir og goysir upp - loftsløg, viksteinur og stórir steinklumpar. Gosopið er sum kókandi pottur, og lava verður sprænd høgt upp í loft. Gløðandi bræðingin streymar í eldáum oman líðina. Lavan er sera heit, 1000 °C, sum er nóg heitt at bræða t.d. stál. Fólk, sum búgva nær gosfjøllum, sita ikki fulltrygg. Tað hava tey sannað á Heimaoy í Íslandi og manga aðrastaðni. Ofta fara gosfjøll at goysa púra óvarandi, og gløðandi grótbræðing leggur alt oman líðina oyðið. Gos verður, tí gløðandi grótbræðing niðri í jørðini brýtur sær leið gjøgnum sprungur í jarðarskorpuni. Hesar rivur eru m.a. ímillum meginlandapláturnar, til dømis í Íslandi og í londunum við eldkringin í Kyrrahavi. Gosfjøll eru eisini á havbotninum, og tey kunnu gera ovurstórar skaðaaldur, tsunami nevndar. Fleiri enn 850 virkin gosfjøll eru.

Grótbræðingin, sum rennur oman fjallið, verður nevnd lava.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið