Friðarbogin
Friðarbogin er felag, ið tekst við evni viðvíkjandi samkyndum og tvíkyndum í Føroyum. Friðarbogin var settur á stovn 17. oktober 2003 við aðalendamálum at arbeiða fyri politiskari, mentanarligari og sosialari javnvág fyri sam- og tvíkynd í Føroyum. Upprunanavnið hjá felagnum var Ælabogin, men var seinni broytt til Friðarbogin á fyrsta aðalfundi hjá felagnum í januar 2004.
Í november 2004 var Friðarbogin við til at stovna ANSO - sum er felagsskapurin hjá STT studentafeløgum í Norðurlondum, Póllandi og Baltisku londunum.[1]
Tiltøk
rætta- 2005 22-27. august var fyrsta ráðstevnan hjá ANSO, Canaries in the Coal Mines, hildin í Tórshavn. Henda norðurlendska LGBT[2] ráðstevnan var fyriskipað av ANSO, Friðarboganum og felagnum Bogin. Ráðstevnan endaði við fyrstu skrúðgonguni fyri STT (sam-, tví- og transkynd) í Føroyum. Røðarar til ráðstevnuna vóru millum annað: Judith Halberstam (US) [3], Jens Rydström (SE) [4], David Megathlin (US) [5], Arthur Thiry (SE) [6], Britta Swenson (SE) og Don Kulic (SE)[7].
- 2005 22. august - ráðstevnan "Canaries in the Coal Mines" sett
- 2005 27. august - Fyrsta Føroya Pride skrúðgonga.
- 2007 17-19. august fekk Friðarbogin vitjan av ANSO, STT ráðstevnan (sam-, tví- og transkynd) var fyriskipað undir heitinum "Hevur kærleiki kyn?" Tað er Friðarbogin saman við ANSO, ið skipar fyri festivalinum.
- 2007 15. desember - §266b [8]
- 2007 17. august - ráðstevnan "Hevur kærleiki kyn?" sett
- 2007 18. august - Onnur Føroya Pride skrúðgonga.
- 2008 19. juli - Triðja Føroya Pride skrúðgonga.
Keldur
rætta- ↑ Association of Nordic LGBT Student Organizations (ANSO) - Homepage
- ↑ LGBT rights in the Faroe Islands
- ↑ Judith Halberstam
- ↑ Gender, Power, and Sexuality: Crossroads in Sweden
- ↑ Socio-Sexual Health: Critical Essay on the Cultural Systems of Three Western Countries: Finland-Iceland-United States.
- ↑ Ökumenische Arbeitsgruppe Homosexuelle und Kirche (HuK) e.V.
- ↑ Queersverige
- ↑ "365gay on §266b". http://www.365gay.com/Newscon06/12/121506islands.htm. Heintað 2007-01-03.