Friðað náttúruøki í Føroyum

Friðað náttúruøki í Føroyum eru til dømis Mølheyggjarnir á Sandi og Fjallavatn í Vágum. Í Føroyum ber til at friða eitt pláss, sum hevur okkurt serligt eyðkenni, er vakurt, hevur onkran sjáldsaman gróður, sjáldsamt fuglalív ella dýralív, ella tí at tað hevur vísindaligt ella søguligt virði. Friðingin setur forboð fyri bygging og øðrum inntrivi, ið misprýða økið, samstundis sum hon eisini setur forboð fyri at taka grót, mold, sand, eyr, leir, plantur og dýr.

Á Sandi eru einastu mølheyggjar í Føroyum. Á Mølheyggjunum er sera stórt margfeldi av blómum og vøkstrum og skordýrum.

Ein fyritreyin fyri náttúrufriðing er, at náttúruøki verða kannað, at vita hvørji dýr og hvørjar plantur, ið eru, og at hava eyguni við tí. Sambært løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing skulu setast ein yvirfriðingarnevnd fyri alt landið. Í henni sita sambært lógini sorinskrivarin, landsfornfrøðingurin, leiðarin av natúrsavninum og tveir aðrir limir, sum landsstýrið velur fyri 6 ár í senn.


Tað eru trý friðað øki í Føroyum: Fjallavatn, Leynavatn og Mølheyggjar á Sandi.

Mølheyggjarnir

rætta
 
Niðri á Sand, eru sandurin og Mølheyggjarnir friðaðir eystanfyri ánna, og eystur ímóti traðunum sum eru við Eystanvegin.

Heima á Sandi er einasta stað í Føroyum, har rættiligir sandheyggjar eru. Teir eita Mølheyggjar og eru friðaðir. Her vaksa plantur og liva flogkykt, sum ikki eru at finna aðrastaðni í landinum. Mølheyggjarnir eru vorðnir til í einum samspæli millum sand og plantuvøkstur. Kommunan hevur latið skelti gera, sum á føroyskum og enskum máli vegleiðir gestir. Sambært løgtingslóg nr 48 frá 9. juli í 1970 gjørdi yvirfriðingarnevndin av í 1983 at lýsa Mølheyggjarnar á Sandi sum friðaðar við kunngerð. Endamálið við friðingini var at varðveita gróður og djóralív í sínum náttúrliga líki. Í 2017 gjørdi Tjóðsavnið av, at nú skuldi skelti gerast, sum týðiliga vísti á friðaða økið. Samstundis var høvið eisini nýtt til at kunna um serstaka landslagið, planturnar og dýrini í økinum. Hetta er fyrsti partur í einari størri ætlan um at gera skelti um alt landið við kunning um náttúrufriðað øki.

Mølheyggjar eru vorðnir til í einum samspæli ímillum sand og plantuvøkstur. Fyritreytin fyri, at sandheyggjar kunnu koma í er, at nóg nógv er til av sandi, og at tey plantusløgini, ið kunnu binda sandin við stórum ógvuliga greinaðum rótum, eisini eru har. Tað eru eyðkennisgrassløgini sandsmarhálmur (ammophila arenaria), breitt sævarkorn (leymus arenarius) og sevkendur kveiki (elymus farctus), sum hava røtur, ið kunnu binda sandin fastan í heyggjar. Hesi grøsini finna vit á bert fáum plássum í Føroyum, og eru tey tí sett á lista yvir hótt plantusløg í Føroyum. Sandmarhálmur er bara funnin á Sandi.

Leynavatn

rætta
Høvuðsgrein: Leynavatn

Vøtnini í Leynum og áin eru friðað. Í botninum á langa Kollfjarðardali, umgyrt av brøttum fjallalendi sunnan, vestan og norðan, liggur Leynavatn – sættstørsta vatn í Føroyum. Vatnið er 0,18 km2 til ummáls og liggur 63 metrar yvir sjóvarmálanum. Fram við landnyrðingsbakkanum er long strond av sandi, eyri og skervi. Eystanífrá rennur eitt stutt áarstrekki út í vatnið frá Mjáuvøtnum. Norðanífrá rennur Dalá út í vatnið úr dalinum niðan móti Vestmanna, frammi í Dal, tey kalla. Frárenslið er Leynará, sum rennur oman gjøgnum skarðið til Leynar. Friðing samtykt og tinglýst 18. juli 1983.

Leynavatn er einasta vatn, sum bleikja hevur livað í heilt frá síðstu ístíð. Bleikja var upprunaliga bara í Leynavatni. Hildið verður, at bleikjan í fyrndartíð helt til um føroysku strendurnar og kom niðan í áir at gýta, soleiðis sum hon ger í artiskum londum. Bleikjan í Leynavatni fer ikki á sjógv nú.

Fjallavatn

rætta
Høvuðsgrein: Fjallavatn
 
Fjallavatn er næststørsta vatn í Føroyum.

Fjallavatn er Føroya næst størsta vatn, og liggur norðalaga í Vágum. Ætlanir hava verið um at brúka Fjallavatn til streymframleiðslu, og tað var av hesi orsøk, at Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) varð stovnað í 1980. Tá eydnaðist tað at friða vatnið. Fjallavatn liggur í Vágum, í norðara parti í tí langa dalinum sum gongur frá Bøsdalafossi norður gjøgnum oynna til Reipsáfoss. Fjallavatn liggur 92,4 m. yvir miðalsjógv. Vatnið er 2130 m. langt, og millum 500 og 600 m. breitt. Víddin er 1 km2. Miðskeiðis gongur ein høgur ryggur tvørtur um vatnið, soleiðis at sunnanfyri er ein lægd 38,3 m. djúp og norðanfyri ein lægd 46,6 m. djúp. Á sjálvum rygginum er dýpið 28 m.


Tríblaðað bukkablað (menyanthes trifoliata) veksur í mýrulendinum norðan fyri Fjallavatn. Kjógvi kann m.a. reiðrast í mýrilendum, eitt nú við Fjallavatn.

Toftavatn

rætta
Høvuðsgrein: Toftavatn

Friðing samtykt og lýst 29. juli 1993, men síðani tikin aftur sama ár.

Sí eisini

rætta