Frans pávi
Frans 1. pávi (latín Franciscus) varð føddur 17. desember 1936 í býnum Buenos Aires í Argentina sum Jorge Mario Bergoglio. Pávin, sum tekur við eftir Bænadikt sekstanda, er nummar 266 í røðini av pávum. Hann er 76 ára gamal, úr Argentina og er fyrsti pávi í søguni úr Suðuramerika og tann fyrsti uttanfyri Evropa í yvir 1000 ár. Frans pávi hevur gjørt vart við seg sum ein fólksligur, einfaldur og vinaligur pávi, og av tí sama er hann ógvuliga vælumtóktur millum fólk. Ofta hava fleiri enn 100.000 fólk verið á torginum sunnudagar, tá pávin heilsar fjøldini. Meir enn 6,6 milliónir fólk sóu og hoyrdu Frans páva í Vatikaninum frá mars 2013, tá hann varð valdur. Til samanberingar sóu og hoyrdu 2,3 milliónir fólk undanmannin Bænadikt páva.