Faer Isles
Faer Isles er ein føroysk fyritøka, sum framleiðir whisky og ginn, og er stovnsett í 2019[1].
Ætlanin hjá Faer Isles er at byggja eitt bryggjarí í Kvívík, har fyritøkan eigur 2000 fermetrar av lendi. Eisini er ætlan um at goyma whisky í Vestmanna á leigaðum grundstykki.[1]
Felagið er stovnsett av Boga Mouritsen, sum fekk hugskotið um at framleiða whisky, áleið um sama mundið, sum tá ið whisky-áhugafelagið Einmalt varð stovnsett. Bogi er saman við Dánial Hoydal stovnsetari av Faer Isles[2].
Vøruskrá
rætta- Whisky, 50 cl (46%)
- Whisky, 50 cl, 3 ára gamalt, cask strength (60%)
- Ginn, 50 cl (43%)
Keldulisti
rætta- ↑ 1.0 1.1 Faer Isles Distillery - Investor Presentation (2021). February 2021, Faer Isles.
- ↑ "Team". Faer Isles. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2021-01-23. https://web.archive.org/web/20210123021557/https://faer.io/team/. Heintað 26-02-2021.