Facebook er ein heimasíða sum er eitt sosialt netverk, sum minnir nógv um Myspace.com, ið var nógv brúkt áðrenn Facebook. Facebook stendur í stórum vøkstri. Facebook er eitt sosialt netverk, har fólk lætt kunnu koma í samband við hvønn annan. Tað var tann tá 20-ára gamli Mark Zuckerberg (føddur 14. mai 1984 í New York, USA), sum fann uppá Facebook í 2004. Í mai 2013 hevði tænastan meira enn 1,1 milliardir aktivar brúkarar um mánaðin um allan heim.[1] Tað eru umleið ein hálv millión danskir brúkarar á Facebook.

Facebook
Slag av virkiHeimasíða
StovningCambridge, Massachusetts, U.S.A. (4. februar 2004)
StovnariMark Zuckerberg

Eduardo Saverin Andrew McCollum Dustin Moskovitz

Chris Hughes
HøvuðssætiMenlo Park, California, U.S.A.
LyklafólkMark Zuckerberg (formaður og stjóri)
Sheryl Sandberg (fíggjarstjóri)
Starvsfólk5 800 (september 2013)
Mark Zuckerberg

Í 2008 og 2009 fingu nógvir føroyingar sín egna Facebook profil, og skjótt var tað eisini møguligt at nýta tað føroyska máli í skipanini sum brúkaramál, og hetta hevur veruliga sett gongd á hugin hjá føroyingum at brúka Facebook. Samstundis er talið á teimum, sum hava skift frá øðrum brúkaramáli sum td. danskt, enskt, svenskt v.fl. til at nýta sítt egna mál, alsamt vaksandi. Føroyingar hava eisini víst seg at vera skjótir at taka møguleikarnar á Facebook til sín og ikki minst, møguleikan at deila tíðindi frá ymiskum tíðindaportalum á Facebook.

Spælfyritøkan Zynga eigur fleiri av best dámdu spølunum, ið eru at finna á Facebook. Teirra millum eru FarmVille, Mafia Wars og FishVille.

Hollywood manuskripthøvundurin Aaron Sorkin (føddur 9. juni 1961 í New York, USA) hevur gjørt ein film um stovnanina av Facebook, sum ber heiti "The Social Network."

Facebook verður nógv brúkt til at deila tíðindi við onnur við at leggja leinkjur til tíðindastubba á Facebook. Hetta kann ofta gerast við at trýsta á ein "Dámar" knøtt á tíðindasíðuni ella um tíðindasíðan hevur møguleikan fyri at deila leinkjuna, so er tað ein sera lættur máti hjá fólki at deila ein tíðindastubba, sum tey halda vera áhugaverdan. Facebook verður eisini nógv brúkt til at deila tónleikafilmar, skemtifilmar, ítróttarfilmar og aðrir filmar sum liggja á YouTube. Fólk leggja eisini myndir og filmsbrot á Facebook og deila soleiðis við onnur. Til ber at velja, um bert vinir kunnu síggja myndirnar ella um øll kunnu síggja tær. Til ber at skriva í síni status linju, hvat ið ein hugsar, at bera onkur boð ella bara at siga góðan dagin o.s.fr. Onnur kunnu so gera viðmerkingar til boðini ella koyra tummilin upp, og soleiðis kunnu vinir hjá vinum fáa boðini eisini. Fleiri dømir eru um t.d. politikkarar sum hava skrivað okkurt óheppið antin á sín egna status ella sum viðmerking til status hjá onkrum øðrum, og eftirsum nógv fjølmiðlafólk eisini eru á Facebook, so fáa tey skjótt frænir av hesum og bera hetta sum tíðindi í útvarpi, sjónvarpi, bløðum ella á tíðinda heimasíðum.

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
  1. Facebook by the numbers (CNET)
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið