Sosialir miðlar er heildarhugtak fyri heimasíður á alnótini, støð og netverk, har fólk “hittast”, siga frá tí, tey takast við, kjakast, deila upplýsningar, vitan og áhugamál.

  • Skype varð givið út fyrstu ferð í 2003. Forretið verður brúkt til at samskifta við, fyrst og fremst umvegis IP-telefontøkni. Forretið varð ment av svianum Niklasi Zennstrøm og dananum Janusi Friis.
  • Facebook er ein sosialur miðil ella sosial netverkstænasta, sum Mark Zuckerberg setti á stovn í 2004 og sum verður tikin av Meta.

  • YouTube er ein heimasíða við sjónbandaupptøkum, sum brúkarnir sjálvir senda upp. YouTube varð sett á stovn í USA í 2005.

  • Twitter byrjaði í 2006. Twitter er ein mikro-bloggur, har tú skrivar boð, sokallað tweets. Nógvir einstaklingar, virki, listafólk og felagsskapir brúka Twitter.
  • Messenger byrjaði sum Facebook-kjatt í 2008. Tað er ein kjatt-app og forrit, har tú bæði kanst skriva og tosa við onnur. Messenger varð givið út í 2011.
  • WhatsApp byrjaði í 2009. Tað er ein fartelefon-app til snildtelefonir. Hon verður brúkt til at senda boð, ringja, senda myndir umframt sjónbandasamrøður. Tað er Facebook, sum eigur WhatsApp.
  • Instagram er ein ókeypis fartelefon-app til mynda- og sjónbandadeiling og eitt sosialt netverk, sum varð givið út í 2010. Tað er Facebook, sum hevur ment appina.
  • Kik Messenger ella Kik er ein fartelefon-app, mest roknað til kjatt. Kik varð ment í Kanada í 2010.
  • Snapchat tók seg upp í 2011. Snapchat er ein app til myndadeiling og margmiðlar. Tað serliga við Snapchat er, at móttakarin bara sær myndirnar í stutta tíð.
  • TikTok, sum fyrr æt Musical.ly, er ein app, sum børn og ung í ymsum aldrum brúka. Tað er ein app, har tú kanst gera sjónbandaupptøkur, senda boð og senda live-upptøkur. TikTok tók seg upp í 2016 í Kina undir navninum "Douyin".