FV Athena er eitt føroyskt fiskiskip, trolari, sum reiðaríðið Thor úr Hósvík eigur. Athena varð bygt í 1992. Í 2010 var hon umvæld sera nógv, eftir at ógvusligur eldur var í skipinum. Athena hevur verið sera óheppin. Tað hevur verið eldur í Athenu 3 ferðir. Einaferð í 2007, einaferð í 2010 og síðan einaferð í 2011. Skipið lá við kai í Runavík, tá eldur kom í á triðja sinni. Ógvusligur roykur var, og løgreglan metti, at roykurin var eitrandi, og tí var best at flyta fólk burtur, sum búðu tætt við og tey sum búðu hinumegin Skálafjørðin. Fólk av Skála og av Glyvrum vóru vakt á miðjari nátt hin 9. mai 2011 og flutt til bygdahúsið á Strondum.[1]

Athena, fimm dagar eftir at eldurin byrjaði við bryggju í Runavík.

Keldur

rætta
  1. "Sjovarkommuna.fo, myndir av tilburðinum". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-05-13. https://web.archive.org/web/20110513191026/http://www.sjovarkommuna.fo/sjonew/index.php?option=com_content&view=article&id=866:eldur-i-athenu&catid=18:tndi&Itemid=13. Heintað 2011-11-04.