Evropearar leggja heimin undir seg
Tá ið Portugal og Spania fóru út í heimshøvini við skipum, vildi man byggja størri og betri skip. Tað var neyðugt, tá ið tað skuldi siglast langa leið yvir til India fyri at keypa kryddaríir o.a. tílíkt. Aftur at hesum tíðarskeiðinum var tað týdningar mikið at leggja lond undir seg, fyri at ikki at fella burturúr. Niðurlendingar vóru fremstir í 17. øld á hesum øki, men í 18. øld vóru fraklendingar og onglendingar á odda. Øll lond sum evropeararnir tóku til sín vóru nevnd hjálond.
Tvey sløg av hjálondum
rættaHjálond verða oftani skipað í tveir bólkar. Tað er tey lond, sum við valdi vórðu løgd undir fremmant harradømi, til dømis India, sum Ongland tók, og Eysturindia (Indonesia), sum Niðurlond løgdu undir seg. Og so eru tað tey, har niðursetufólkið er komið uttanífrá, t.d. Norðuamerika og Avstrailia. Gomul hjálond í Àsia, Afrika og Suðuramerika sum eru í fyrra bólkinum, verða kallað menningarlond. Stórur partur av fólkinum í hesum londum eru í fátækadømi og líða í hungri og eru øgiliga sjúk. Í seinna bólkinum eru Norðuramerika og Avstrailia. Tey eru vorðin rík ídnaðarlond.
Handil er kríggj
rætta"Handil er kríggj," Tað segði ein franskur fíggjarmálaráðharri í 17. øld. Í 1651 gjørdu onglendingar siglingarlógina, ið snúði seg um, at allar vørur, sum til Onglands skuldu, antin skuldi førast við bretskum skipum, ella við skipum úr londum haðani farmurin var. Hetta var ikki gott fyri Niðurlond, sum í nógv ár høvdu silgt við fremmanda vørum og vunnið nógvan pening. Seinni var tað Frakland, ið kom upp í leikin, og nú stóðu tey bæði londini ímóti hvørjum øðrum. Tað varð nógv kríggjað í 18. øld, og Ongland og Frakland bardust eisini hvørt ímóti øðrum, t.d. Í Norðuramerika, Karrabiahavi, í India og Evropa.
Evropiskt harraveldi
rættaHjálandafólkið var nú undir Evropiskum harraveldi, og teirra arbeiði var at fáa so mest burtur úr jørðini, men tá ið vøran skuldi arbeiðast til útflutnings, vórðu upprunafólkinum altíð settar forðingar. Ídnaðurin í Evropa mentist, og tørvurin á nýggjum ótilvirkaðum vørum, t.d. líni, tini, gummi og pálmaolju. Marknaðan vaks nú eisini fyri lidnum vørum, úr ídnaðarlondinum. Nú fingu hjálondini ótilvirkaðar vørur til vega, og ídnaðarlondini og tilvirkaði tær so og seldu tær. Hjálondini fingu sjálvstýri, men trupult var hjá teimum at fara nýggjar leiðir og broyta gamlar siðir. Nú á døgum keypa ídnaðarlond bílligari ótilvirkaðar vørur frá menningarlondum og selja somu londum ta lidnu vøruna fyri nógvan pening.
Ymsar vørur
rættaÁðrenn 18. øld komu nógvar ymiskar vørur úr øðrum londum enn bara í Evropa. Bummull úr India, teppi úr Persia, silki og postalín úr Kina. Tað var ein stór atvold til teir trupuleikarnir menningarlondini nú dragast við, hvussu handilin tók seg upp í 15. og 16. øld. Fyri 16. øld var lítil munur á lívskrøvinum í Evropa og í øðrum londum. Nú eru tey flestu londini í Afrika í fátækadømi.
Vápnatøkni
rættaHeimurin lá nú opin fyri Evropearum. Teir vildu royna aðrar leiðir og fáa hendur á nýggjum vørum. Ofta varð tikið til vápnini, og í bardøgunum var við upprunafólkinum vóru Evropearar í yvirluta. Hetta var tó ikki løgið tí vápnasmiðurin í Evropa hevði ment seg og var nógv betur. Tí máttu afrikanar, ásiatar og indiánar lúta fyri Evropearum.
Fremmandar vørur
rættaFrá indiánum í Suðuramerika fingu evropearir evnir til heilivág. Kinin fyri hita, stryknin at styrkja kroppin, og vamlrót til at spýggja av. Eisini fingu teir tomatir, kakao, mais og bønir. Ein Spanskur hermaður fann epli í Kolumbia, og henda planta kom til Evropa um 1800. Tað er nú ein vani at eta epli til døgurða her um okkar leiðir. Í 17. øld fóru onglendigar at drekka te. Plantan kemur úr Kina. Onglendigar eru nú vorðnir kendir fyri at drekka te. Sukur var dýrt og var at fáa á apotekum, evnað til tablettir. Næstan alt sukur bleiv dyrkað á Madeira. Seinni vóru stórlendi í Amerika tikin til sukurgrøði. Brasil gjørdis miðdepilin, og nú varð tørvur á arbeiðsmegi. Hetta nýtti man trælir til, tí vaks trælahandilin. Sukrið og trælahandilin skapaðu eitt nýtt handilslag sum vit kalla trýhyrningshandilin. Peningaligi vinningurin var ógvuliga misjavnur. Men trýhyrningshandilin hevði stóran fíggjarligan týdning í Evropa. Klæði, vápn og amboð úr jarni blivu latin fyri trælir. Tørvurin á arbeiðsmegi gjørdist størri, mest til skipasmiður og umborð á skipinum.
Nýggj vitan
rættaNýggju sjóleiðurnir, landatøkurnar, nýggi handilin og trælahandilin vuksu nógv. Hetta var einki minni enn ein handilskollvelting. Allur peningur sum teir vunnu, serligandi Ongland var settur í nýtt virksemi t.d. landbúnað og námsvinnu. Kollveltingin ávirkaðu eisini tøknifrøðina. Tørvur á skipum gjørdi betri skipasmiður, nýggj siglingartól vórðu uppfunnin. Betur sjókort, kronometur og klokkur gjørdi leiðina yvir hav bæði skjótari og tryggari. Fleiri av teimum ið við vóru í hesum handli, burturi ella heima vórðu væl upplærd í handli og trygging.
Fyrst í 1600-talinum, tá ið evropearnir komu til Norðuramerika, var tað skógur og lítið av fólki. Indánar, ið vóru upprunafólkið høvdu livað sum veigarir í fleiri hundrað ár, og bygdirnar lógu langt frá hvørjum øðrum og vóru umgirdir av nógvum skógi.
Í fyrstuni, tá ið evropearnir og Indiánarnir møttust var tað friðarligt, ella teir blivu, man kann siga vinir. Á teimum stóru plássunum var tað nokk av plássi til báðar partar. Hjá teimum hvítu, var tað gott at kunna sleppa fáa kjøt og skinn frá Indiánum, meðan teir fingu vápn, amboð, klæðir og prýðislutir. Men so komu tað fleiri hvít og tað elvdi til klandur og krígg. Í næstan 300 ár var tað krígg, men Indiánar høvdu ongan tjans.
Teir fyrstu evropearnir komu til Avstralia í januar í 1788, teir høvdu næstan 800 fangar við sær. Arthur Phillip var guvenørur á flótanum. Høvuðsgrundin at evropearnir fóru til Avstralia, var tí at teir skuldu hava eitt stað har teir kundu senda fangar, at verða revsaðir. Phillip skuldi gera tað soleiðis at Bretland ikki skuldi gjalda nógvan pening, fyri at halda tað koyrandi. Og hetta skuldi hann gera skjótast møguligt, men hetta var øgiliga torført av fleiri grundum. 1. Fólki sum skuldu byggja hetta vóru fangarinir sjálvir. Vanliga vóru tey ikki góð arbeiðsfólk og tey vóru fá ið høvdu vitan um landbúnað og dugdu at snikka. 2. Teir nýggju búsetarnir skiltu ikki tað avstraliska umhvørvi, aftur ímóti teimum ið høvdu búð har leingi, sum fingust væl við landbúnaða. Evropearnir funnu ikki góða jørð, tey fyrstu árinið teir vóru har, og tí ikki nóg nógvan mat at føða alt fólki hjá sær. 3. Sydney Cove (har sum bretarnir vóru) var ræðuliga isolera. Teir tættastu evropisku búðstaðirnir vóru í "Dutch East Indies" og "Cape of Good Hope." Tað hevði tikið 18 mánaðir hjá týðindum at koma til Bretlands og aftur.
Evropearir broyttu lagnuna hjá londum um allan heimin. Tað var ikki fyrr enn evrpearir komu og tóku hesi londini og settu tey í eina ónda ringrás, sum nú av hesum eru kend sum menningarlond. Og har afturímóti vórðu t.d. vit og Amerika set til at verða ein av kempunum í heiminum. Hóast bókin ikki er spldurnýggj, so hevur tað onga ávirkan á niðurstøðu okkara. Tí at tað sum vit lesa í hesari bókini er søguligt, og verulig søga broytist ikki. Uttan so at tað er prógva, at tað sum stendur í bókini ikki er sannleiki. Allar søguliga hendingar ávirkað framtíðina onkursvegna. Sum áður nevnt við tí ónda ringrásini, so eru nógv lond sum t.d. ymisk lond í Afrika, Suðuramerika o.s.f. enn fátøk menningarlond og eru aftanfyri tøkniliga og fíggjarliga.