Drunnhvítin (frøðiheiti - Hydrobates pelagicus) er ein lítil svartur sjófuglur, ið livir nærum alt lív sítt á víðum havi og bert kemur á land í bútíðini.

Drunnhvítin

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Procellariiformes
Ætt: Hydrobatidae
Slekt: Hydrobates
Boie, 1822
Slag: H. pelagicus
Drunnhvíti

Drunnhvítin er sera tevsamur, og hjálpir tað honum at finna føðsluna og um náttina reiðrið, tá ið hann kemur inn aftur av havi. Á landi sæst hann bert á reiðurstaðnum, ið vanliga er í onkrari urð.

Útsjónd

rætta

Drunnhvíti er svartur um allan kroppin uttan á drunninum. Hann er hvítur, so fuglurin ber navnið við sær. Danir nevna hann stormsvale, tí at hann við sínum spísku og smølu veingjum líkist svala og ofta sæst aftan á illveður. Orðið stormur er eisini uppií navninum á mongum øðrum málum. Sermerkta skrápsnevið saman við fitjufótum hansara ger, at eingin kann mistaka hann fyri svala.

Drunnhvíti er sum grátítlingur til støddar og er millum minstu fuglar, ið liva úti á havi. Hann er 16 cm til longdar, flogið er 37 cm og hann vigar um 27 g.

Útbreiðsla og flyting

rætta

Eitt av heimsins størstu drunnhvítabølum er at finna í Nólsoy, mett til 100 000 pør. Drunnhvíti eigur ymsastaðni í Føroyum, tó mest í Urðini í Nólsoy. Summi meta, at ongastaðni í heiminum er so nógvur drunnhvíti til sum har. Útbreiðsla hansara er millum Lofot, Ísland og Skotland. Føroyski stovnurin er samanlagt mettur til 250 000 pør. Tað er eisini í Nólsoy, at flestu drunnhvítar eru merktir. Her í Føroyum eru um 30 000 drunnhvítar ringmerktir, og vita vit tí, at teir halda til á havinum uttan fyri Suðurafrika.[1] Ein av heimsins elsti kendi drunnhvítum varð fangaður í Nólsoy, 31 ár eftir at hann varð merktur á Foula í Hetlandi.

Føði og verping

rætta

Føðin er m.a. æti (á útlendskum kril), smáir fiskar og høgguslokkur, sum hann tekur í vatnskorpuni.

Hjá drunnhvítum er árliga gongdin tann, at fyrstu fuglarnir koma higar seinast í mai. Í juli – august verpa teir reiðiliga stórt, hvítt (og brúnblettut) egg (um 7 g), sum teir bøla í góðar 5 vikur. Pisan fær føði hvørja nátt í uml. sjey vikur og gerst so spikafeit. So rýma tey gomlu, og millum átta og tólv dagar seinri er hon lætnað so mikið, at hon sleppur á flog og kann halda leið sína suður um Afriku. Tvey ár seinri kemur hon aftur og fer at reiðrast trý til fýra ára gomul.

Fíggindar

rætta

Rottan er ringasti fíggindin. Tó kunnu eisini másar og kjógvar taka nakað av gomlum fugli, og er hetta helst ein orsøkin til, at drunnhvítin oftast kemur í land, tá ið myrkt er. Onkustaðni er heimakettan eisini ein hóttan.

Eins og annar skrápsfuglur verjir drunnhvítin seg við at goysa spýggju eftir tí, ið kemur ov nær, og sermerktur roykur gongur at hesum fugli – eins og hjá øðrum skrápsfugli.

Slóðir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. Lítil fuglur, langur teinur, tjodsavnid.fo