David Woodard

amerikanskur dirigentur og rithøvundur

David James Woodard (Um hetta ljóðið /ˈwʊdɑːrd/ ; føddur 6. apríl 1964 í Santa Barbara, Kalifornia) er ein amerikanskur dirigentur og rithøvundur.[1][2] Í 1990'unum setti Woodard hugtakið "prequiem", sum er ein samanseting av orðunum "preemptive" og "requiem", fyri at lýsa hansara buddhistisku venjing við at dirigera tónleik undir ella stutt áðrenn deyðan hjá einum menniskja.[3]

Woodard í 2020
Woodard og W. S. Burroughs, umleið 1997

Útbúgving og ungdómur

rætta

David Woodard er uppvaksin í Santa Barbara, Kalifornia, sum yngsta barn hjá kanadiskari mennonitiskari mammu, sum er partur av Kleine Gemeinde, og einum amerikanskum baptistiskum pápa. Foreldur hansara høvdu eina PR-stovu. Woodard fekk útbúgving bæði privat og á The New School for Social Research í New York. Hann er borgari í bæði USA og Kanada.[4][5]

Nueva Germania

rætta

Í 2003 varð Woodard valdur í býráðið í Juniper Hills (Los Angeles-landsparturin), Kalifornia. Í hesum leiklutinum hevur hann skipað eitt systurbýarsamband við Nueva Germania, Paraguai.[6] Í viðurkenning av teimum idealum, Nueva Germania hevði, nevniliga samkenslu, ósjálvsøkni og lutheranismu, komponeraði Woodard kórverkið "Our Jungle Holy Land".[5]

Í 2011 gav Woodard sveitsiska rithøvundinum Christian Kracht loyvi til at geva út ein part av teirra privata korrespondansi, í stóran mun um Nueva Germania, gjøgnum Wehrhahn Verlag á Leibniz Universiteti í Hannover.

Fleiri upplýsingar

rætta

Keldur

rætta
  1. Carpenter, S., "In Concert at a Killer's Death", Los Angeles Times, 9. mai 2001.
  2. Allen, M., "Décor by Timothy Leary", The New York Times, 20. januar 2005.
  3. Vloed, K. van der, "David Woodard", Requiem Survey, 5. februar 2006.
  4. Wall, J. M., "Lessons in Loss", The Christian Century, 4.–10. juli 2001, síða 37.
  5. 5.0 5.1 Woodard, "Musica lætitiæ comes medicina dolorum", Der Freund, nr. 7, mars 2006, síður 34–41.
  6. Epstein, J., "Rebuilding a Home in the Jungle" Archived 2016-10-09 at the Wayback Machine, San Francisco Chronicle, 5. mars 2005.

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið