Danska verjan
Danska verjan hevur sum sítt høvuðsendamál, at hevda yvirvald Kongsríki Danmarkar og tryggjað tilveruna, sjálvræðisrættin og trygdina hjá Danmark. Hernaðarliga verjan er undir verjumálaráðharranum og verjumálaráðnum. Ovasta hernaðarliga stýrið er verjuovastin og verjuyvirmannaráðið. Tey, ið starvast í verjuni, eru fólk í føstum starvi og verjuskyldug. Ovastarnir hava sersjantar undir sær. Danska verjan er í trimum deildum: herurin, sjóverjan og loftverjan. Harumframt er heimaverja.
Kríggið ímóti IS
rættaSíðani 16. oktobur 2014 hevur danska verjan slept 356 bumbum tilsamans í 408 atgerðum móti IS.[1] Donsku bumburnar eru neyvleikastýrdar. Hetta merkir, at tær vera stýrdar við GPS ella lasara. Donsku F-16 flogførini eru sjey í talið, og tilsamans eru 140 mans við í hernaðartiltakinum Operation Inherent Resolve.