Caymanoyggjar
| |||
Tjóðarslagorð: "He hath founded it upon the seas" | |||
Tjóðsangur: "God Save the Queen" Beloved Isle Cayman | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | George Town | ||
Drotning | Elisabeth II | ||
Guvernørur | Helen Kilpatrick | ||
Fullveldi | onkiª | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
264 km² 1,6 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2010 - tættleiki |
54,878 212/km² | ||
Gjaldoyra | Cayman Islands dollars | ||
Tíðarøki | UTC -5 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ky | ||
Telefonkota | +1-345
| ||
ªBretsk Krúnkoloni |
Caymanoyggjar er eitt bretskt oyggjaland í Vesturkaribiska Havinum. Oyggjabólkurin fevnir um oyggjarnar Grand Cayman, Cayman Brac og Little Cayman. Oyggjarnar liggja sunnanfyri Kuba og í ein landnyrðing av Jamaika. Caymanoyggjar eru partur av Stóru Antilluoyggjunum og av Vestaru Karibisku Oyggjunum. Oyggjarnar hava altjóða frálandavinnu. Fólkatalið á Caymanoyggjunum er umleið 55.000. Høvuðsstaðurin eitur George Town, har búðu 27.704 fólk í 2010.
Søga
rættaOyggjarnar verða fyrstu ferð nevndar 10. mai 1503 á fjórðu ferðini hjá Christopher Columbus til Nýggja Heimin. Hann nevndi oyggjarnar Las Tortugas eftir teimum nógvu skjaldbøkunum, ið hann sá har. Tann fyrsti onglendarin, sum man veit um, ið vitjaði oyggjarnar, var Sir Francis Drake í 1586. Hann nevndi oyggjarnar Cayman eftir caiman, sum er eitt Neo-Taino orð fyri "alligator". Oyggjarnar vóru stórt sæð óbygdar til 17. øld.
Ítróttur
rættaCayman Islands luttaka í Oyggjaleikum eins og Føroyar, tær gjørdust limur í 1999 og hava luttikið síðan. Cayman Islands gjørdust nummar 6 á Oyggjaleikum 1999.
Keldur
rætta