Buffy Sainte-Marie (kanska fødd 20. februar 1941 í Piapot 75 Cree-reservatinum nærhendis Craven í Saskatchewan í Kanada[1]) er myndlistakvinna, singer-songwriter, framleiðslustjóri, filantropur, pedagogur, sosial-aktivistur og slóðbrótari fyri rættindini hjá amerikanska upprunafólkinum.

Buffy Sainte-Marie í 2015.

Hon hevur skrivað sangir við sosialum harmi og bersøgnum, politiskum boðskapi. Hon hevur skrivað sangir við so dyggari kommersiellari slagkraft, at so ymisk listafólk sum Janis Joplin, Barbra Streisand, Elvis Presley, Neil Diamond og Joe Cocker hava gjørt teir heimskendar. Indianska listakvinnan er líka so brennandi ágrýtin enn, sum tá ið hon í 1960unum vann fram á tí amerikanska vísupallinum, ið fevndi um nøvn sum Joan Baez, Bob Dylan, Leonard Cohen og Joni Mitchell. Sainte-Marie varð skjótt gitin sum ein gávaður sangskrivari, og tað veruliga frambrotið var við sanginum "Soldier Blue" úr hennara fyrstu LP-plátu í 1964, tá ið hon var 23 ár. Hon fekk samstundis virðislønina hjá Billboard sum besta nýggja listafólk í USA.

Í 1970unum hvarv Buffy Sainte-Marie lutvíst av pallinum. Sjálv hevur hon sagt, at fyrst var tað Lyndon B. Johnson, forseti, og seinni Richard Nixon, ið lýstu hana óynskta fyri sítt stríð fyri rættindunum hjá indianarum. Men tíðliga í 1980unum var hon aftur av álvara við eitt nú tittulsanginum "Up Where We Belong" úr filminum Officer and Gentleman, ein sangur, sum varð ein ómetaligur viðburður hjá Joe Cocker og fekk ein Oscar í 1982. Og tað er bara ein av teimum mongu virðislønunum, sum tann indianska listakvinnan hevur fingið gjøgnum eitt langt og virkið lív, listini og borgararættindunum til gangs.

Tað verður hildið, at hon varð fødd í 1941 í Piapot Cree-reservatinum í Qu-Apelledalinum í Saskatchewan í Kanada.[2] Hon varð faðir- og móðurleys og seinni ættleidd av Albert og Winifred Saint-Marie úr Nýonglandi.[1][3] Hon vaks upp í Maine og Massachusetts og fór á universitetið, University of Massachusetts Amherst, har hon var millum tíggju tey bestu í sínum flokki. Hon fekk embætisprógv sum lærari í eysturlendskari heimsspeki. Í 1964 var hon og vitjaði ættfólk sítt í Piapot Cree-reservatinum í Saskatchewan. Har var ein powwow-mentanarstevna hildin. Yngsti songur høvdingin, Piapot, Imu Piapot og kona hansara ríkaðu hana við síni upprunamentan. Hon fekk innlit í mentanina hjá forfedrum sínum.

Ávísingar úteftir

rætta

Keldutilfar

rætta
  1. 1.0 1.1 "It is believed that Buffy Sainte-Marie was born in 1941 on the Piapot First Nation reserve in Saskatchewan, and taken from her biological parents when she was two or three. She was adopted by a visibly white couple in Massachusetts, though her adoptive mother, Winifred, self-identified as part Mi’kmaq." Buffy Sainte-Marie At 80, chatelaine.com
  2. "She’d been told she was adopted from an Indigenous family in Saskatoon but didn’t know much else. After spending time at Toronto’s Friendship Centre (now the Native Canadian Centre of Toronto), two of her new friends suggested that Sainte-Marie was possibly the daughter of Emile Piapot, of the Piapot First Nation in Saskatchewan’s Qu’Appelle Valley." Buffy Sainte-Marie At 80, chatelaine.com
  3. "Orphaned when a few months old, she was raised by a part Micmac family in Massachusetts and later adopted by a Cree family related to her biological parents. " SAINTE-MARIE, BUFFY (b. 1941), University of Nebraska–Lincoln, unl.edu