Bjarki Thomsen

føroyskur myndamaður, filmsleikstjóri, filmsframleiðari og tónaskald

Bjarki Thomsen er ein føroyskur myndamaður, filmsleikstjóri, filmsframleiðari og tónaskald. Hann gjørdist kendur sum tann ið tók upp á film, meðan augusturin á Hvalastøðini við Áir brast 26. november 2013.[1] Tey fáu sekundini, tá hvalurin brast nærmast beint í andlitið á lívfrøðinginum Bjarna Mikkelsen, sum rann avstað, hava ferðast kring allan heimin og eru sæð av nógvum milliónum fólkum.[2] Bjarki arbeiðir sum freelance upptøkumaður fyri Kringvarpið, sum henda dagin, tá ið hvalurin brast. Hann hevur eisini gjørt reklamufilmar, tónleikavideo, kunnandi filmar um heilsu, ferðavinnufilmar o.a.[3] Í 2011-12 gjørdi hann stuttfilmin Ongin konflikt,[4] sum varð frumsýndur í Montenegro 25. oktober 2012.[5]

Bjarki Thomsen
er eitt menniskja
Starv filmsleikstjóri, filmframleiðari, filmsfotografur
Dátuheiti
IMDB nm3715282

Filmar

rætta
  • 2012 - Ongin konflikt[6]
  • 2008 - En dårlig dag. 15 minuttir langur. Bjarki hevur sjálvur skrivað handritið, leikstjórnað, tikið upp og gjørt tónleikin.[7][8]
  • 1990 - Smuglarin, 30 minuttir

Keldur

rætta
  1. kvf.fo, Hvalurin brestur við Áir
  2. Aktuelt.fo, Miðlar um allan heim hava víst avgustin sum brast[deyð leinkja]
  3. Linkedin.com, Bjarki Thomsen
  4. Forfilmur til Ongin konflikt, á YouTube.com
  5. Facebook.com, Ongin konflikt
  6. Um filmin "Ongin konflikt" á Facebook.com
  7. imdb.com, Bjarki Thomsen
  8. Strange Dreams Epilogue á Youtube.com

Slóðir úteftir

rætta