Hvalastøðin við Áir

Hvalastøðin við Áir varð bygd í 1905 av norðmonnum við Áir á Streymoynni.[1] Hvalastøðin var virkin til 1984, tá seinasti hvalurin varð dripin har. Bæði bygningar og maskinur eru til enn, og arbeitt verður við at gera hvalastøðina til eitt sjóvinnusavn og upplivingardepil. Landsstýrið samtykti í 1989, at hvalastøðin við Áir skuldi varðveitast. Í 2007 varð eitt álit skrivað og handað landsstýrismanninum í mentamálum. Mentamálaráðið, Søvn Landsins og Sunda kommuna arbeiða í felag fyri, at hvalastøðin aftur gerast ein virkin miðdepil í Sundalagnum. Peningur varð eisini játtaður, soleiðis at varðveitingararbeiði kundi fara í gongd í 2011. Á heysti 2011 var hvalastøðin opin fyri almenninginum, har umleið 500 fólk vitjaðu.[2] Tað eru bert tríggjar hvalastøðir av norskum uppruna til nú á døgum í heiminum. Hvalastøðin við Áir er tann einasta norska hvalastøðin sum er til á norðaru hálvkúlu. Hinar báðar eru í Albany í Avstralia og á Suðurgeorgia í Suðuríshavinum.[3]

Hvalastøðin við Áir í 2010

Í 2013 hava umvælingar verið gjørdar á Hvalastøðina við Áir.

Í november 2013 svumu fýra augustar (spermar) í Sundalagnum, og av teimum gjørdu tveir landgongd og doyðu sum fráleið. Annar av hvalunum sum doyðu varð sleipaður til Áir, og 26. november 2013 varð hann tikin upp á land við Hvalastøðina við Áir. Lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen setti hol á búkin, og knappliga brast hvalurin og innvølir fóru sendandi og raktu húsaveggin hinumegin, og nakað rakti eisini lívfrøðingin. Hendingin varð tikin upp á film av Kringvarpið Føroya og víst í Degi og viku sama kvøldið og lagt á heimasíðuna hjá Kringvarpinum. Sera nógv fólk hava síðan hugt eftir filmsbrotinum. Augusturin bleiv flensaður dagin eftir, at hann varð tikin upp, og so er ætlanin at beinagrindin av augustinum skal liggja og rotna í sjónum beint við hvalastøðina, og síðan skal hon vísast fram á hvalastøðini.[4]

Keldur rætta

  1. Savn.fo, Søgan
  2. Sansir.net, Hvalastøðin við Áir
  3. Savn.fo, Norskar hvalastøðir kring knøttin
  4. kvf.fo, Góðan morgun Føroyar, Gongutúrur á Hvalastøðini við Áir